Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

- Ein stór hending og upplivilsi. Siti á sjálvum ST-aðalfundinum beint nú og umboði kongaríkið, skrivar Heðin Mortensen, løgtingsmaður. 

Túrurin úr Washington sunnudagin í toki til New York gekk væl, tók tríggjar tímar. Men tað kendist eitt sindur ófrættakent, at bumbuspreinging hevði verið á Manhattan leygarkvøldið. Bumban var løgd í lítið ruskílat, har nógv fólk ganga framvið á 23rd Street, og vit búgva á 34th Street. Nógv politi er í gøtunum, og sagt verður, at í minsta lagi túsund fleiri politistar eru komnir til arbeiðis í hesum sambandi. 

Nakað seinni blivu heili fimm bumbur funnar aftrat í New Jersey og eisini ein aftrat á 27th Street, sum er enn tættari við, har vit búgva. 

Sagt verður, at ongantíð áður hava so nógvir politistar gingið í gøtunum í New York, og haraftrat koyra politibilar og sjúkrabilar runt við nógvum ljósum og sirenum gjøgnum gøturnar, tí ongin veit, um fleiri bombuhóttanir koma. 

Ein bumbumaður er handtikin, hann varð særdur og liggur nú á sjúkrahúsi. Nógvir tíðindafundir hava verið við politii og politikarum, og verða teir vístir beinleiðis í lokala sjónvarpinum. Heitt verður á fólk um at vera ansin og endiliga at siga frá, um tey síggja okkurt illgrunasamt. 

Men lívið gongur víðari, eisini hjá okkum. Mánadagurin byrjaði við móttøku á donsku ST-sendistovuni, har skráin fyri dagarnar her í New York varð gjøgnumgingin. 

Vit fingu eisini góða frágreiðing um ráðstevnu viðvíkjandi flóttafólkum og migrantum. Anne Dorte Riggelsen, aðalkonsul, greiddi frá dagligu viðurskiftunum í New York, og eisini greiddi hon frá fíggjarviðurskiftum, umframt handils- og vinnulívinum í býnum. Grípandi og hugvekjandi var eisini at hoyra um nógvu innflytararnar og øll tey heimleysu. 

Vit fingu eisini góða kunning um ST í morgun frá Mogens Lykketoft, sum hevur formansstarv í nevnd. 

Somuleiðis hevði uttanríkisráðharrin, Kristian Jensen, eina sera góða og greiða gjøgnumgongd av politikkinum, sum Danmark hevur í dag á øllum økjum. 

71. aðalfundurin hjá ST 20. Sept. 2016
Ein stór løta, tá ið aðalfundurin bleiv settur. Formansskapurin bjóðaði vælkomin og heilsaði øllum og ynskti felagsskapinum góða eydnu í framtíðini. Nakað heilt serligt í dag var, at beint áðrenn talurnar byrjaðu, kom heimskendi italski operasangarin, Andrea Bocelli, fram og sang við síni sera vøkru og kraftfullu rødd “Nessun Dorma” úr Turandot-operuni, eftir Puccini. 

So kom talan, øll bíðaðu eftir, og Barack Obama var vælupplagdur, tá hann trein á pallin í ST-høllini fyri at halda sína seinastu røðu fyri ST sum amerikanskur forseti. Serliga legði hann dent á, at demokratiið er frægasta leiðin fram ímóti vælferð. 

Eisini eggjaði hann heimssamfelagnum til ikki at gloyma tey, ið eru rýmd frá húsi og heimi orsakað av kríggi og ófriði, men heitti á heimsins lond um at lata upp hjørtu síni og gera meira fyri flóttafólkini, sum ikki gera annað enn at leita sær eftir einum nýggjum heimi. 

Hann ávaraði ímóti rákinum, ið hevur vunnið seg fram, og sum hóttir við at spjaða heimin sundur, so tey, ið vilja samstarva globalt, eru øðrumegin, og tey, ið vilja avbyrgja seg, eru hinumegin. Uttan at nevna Donald Trump við einum orði, hildu fleiri, at hetta var eitt skot frá demokratiska forsetanum til republikanska forsetavalevnið. 

Somuleiðis segði Obama, at heimurin stendur á einum vegamóti, har veljast kann ímillum at vilja samstarva og integrera, og so at venda aftur til ein sundurbýttan heim við stríði um mørk, rasu og átrúnað. Hann mælti tí til, at heimsins tjóðir raðfestu samstarv høgt og funnu góða stevið, ið hevur verið, eftir at kalda kríggið endaði. 

Heðin Mortensen,
løgtingsmaður