Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjálvandi blanda vit okkum!

Tað hevur altíð verið aðalmálið hjá umboðum Javnaðarflokksins á Fólkatingið, at brúka teirra rødd, til frama fyri áhugamálum okkara á Fólkatingið. Annars er tað eingin sum helst meining yvurhøvur, at lata seg stilla upp til Fólkatingið. 

Minnist sum ungur, hvussu ómetaliga lítlan fíggjarligan stuðul pensionistarnir fingu tá ellisrentan triðja hvønn mánaðavarð borðin út til pensionistarnar. Sjálvt um undirritaði ikki var komin til manns, so slapp ein av og á inn til politisku fundirnar, ella ein stóð í gongini, tá gamla dansistovan í Sørvági var stúgvandi full til politiskar kjakfundir.

Enn situr tað so rimmarfast í minninum tá politisku reystmenni Javnaðarflokksins Jóhan Nielsen og Petur Mohr Dam í nú liggja undir grønu torvu, greiddu frá teirra politisku aðalmálum. Eitt av teimum var, at fáa sett í verk, eina fólkapensión á sama støði, sum hjá donsku pensionistunum. So skjótt sum Javnaðarflokkurin fekk politisku leiðaluna úti í Tinganesi, skuldi hetta gerast veruleiki. Í 1958 fekk føroyski Javnaðarflokkurin av álvara høvi ti, at gera sín politik til veruleika.

Aftaná at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin høvdu sitið við valdið, gav veljarin Javnaðarflokkinum eina dygga álitisváttan, soleiðis at flokkurin fekk 6 løgtingsumboð vald inn á Føroya Løgting. Og tað gekk ikki long tíð til, at áðurnevndu politiksu reystmenni flokksins hildu tað lyfti, sum tey høvdu givið veljarnum undan løgtingsvalinum. Nevnliga at leggja lunnar undir eina nýggja pensiónsskipan, har føroysku pensionistarnir skuldu hava somu fíggjarlig kor, sum danskir pensionistar.

Fíggjarligu korini hjá okkara pensionistum tá vóru syndarlig, orsaka av, at flokkarnir ið høvdu sitið við valdinum, góvu sær ikki fær um korini hjá okkara gomlu og veiku. Heldur ikki gjørdu somu flokkar sær fær um, at ellisrentan sum tey gomlu fingu triðja hvønn mánaða, var ein háan imóti hesum bólki, sum hevði livað eitt harðbalið lív, uttan nakað veruligt fíggjarligt trygdarnet. Ja, tey gomlu kendu tað ikki sum eitt fíggjarligt ískoyti, men meira sum eina olmussu, sum als ikki var í námd við tað sum pensionistar í Danmark fingu.

Hevði Javnaðarflokkurin ikki blanda seg, og gjørt sína ávirkan galdandi, er stóri spurningurin nær fólkapensiónin hevði komið okkara pensionistum tilgóðar. Samstundis sum lága ellisrentan við politiskum hegni varð avloyst av eini nógv hægri fólkapensión, vóru eisini aðrar sosialar skipanir settar í verk, ið aðrir bólkar fingu ágóðan av.

Afturat hesum varð avtala gjørd við donsku mynduleikar um, at seta á stovn ein 60 millióna grunn, til endurnyggjan av føroyska fiskiflotanum. Eitt risaframbrot, har knappliga peningur gjørdist tøkur til fiskivinnuna, soleiðis at tað uppá nøkur fá ár vóru 10 tals modernaðir stállínubátar bygdir. Bátar sum kollveltu føroyska fiskivinnu, tí nú vóru nærum eingi mørk fyri fiskiskapinum, har ikki bert vanligu nærleiðirnar vóru troyttar, men eisini fiskiskapurin tók rættuliga dik á seg við Grønland og New Foundland.

Hevði Javnaðarflokkurin ikki gjørt seg galdandi mótvegis donsku stjórnini, varð kanska eingin 60 millióna grunnur settur á stovn, og harav føroyski fiskiflotin var stagneraður, við nøkrum gomlum sluppum, sum álitið hjá heimaflotanum.

Sitandi samgonga hevur sum sítt politiska aðalmál, at tær veikastu herðarnar skulu bera tyngstu byrðarnar. Nú nakrir krákumánaðir eru eftir av valskeiðnum, so letur samgongan okkara pensionistum, tað sum í peningi ikki so frætt svarar til ein mjólkapakka um dagin. Kropp á kroppið komu samgonguumboð uppá á løgtingsins røðarapall, at greiða frá hvussu glað og takksom teyr vóru, yvur játtanina uppá 350 krónur um mánaðan til pensionistarnar, meðan tey samstundis játtaðu teimum á ovastu rók 10-20 falda tað í pensionistarnir fingu.

Harafturat varð uppskotið súltað soleiðis, at pensionistarnir bert fingu hesa hækkan fyri seinra hálvárið 2015. Ikki nokk við tí, so hevur samgongan forskattað framtíðar pensiónir, við eini milliard hetta valskeiðið til at gjalda skattalættan fyri. 

Samstundis er skatturin á pensiónum hækkaður úr 35% til 40 %. Ein hækking har komandi pensionistar koma at missa kr. 1000 um mánaðin, ella kr. 12.000 um árið.

Seinasta byrða ið er løgd á tær veikastur herðarnar er ein ósolidarisk pensiónsskipan, har teir veikastu bólkanir skulu gjalda til egna pensión, uttan mun til, um tey hava fíggjarligt rásarúm til at kunna gjalda.

Frá at vera eitt solidariskt samfelag, er sitandi samgonga í ferð við at flyta okkum yvur til eitt ósolideriskt samfelag sum t.d. Amerikanska.

Har hava tey lægstløntu og miðalklassin ikki ráð til at gjalda, bæði húsalán og samstundis tryggja seg sjálvan. Um eg havi skilt tað rætt, so hava tey eina tímaløn uppá 7-8 dollars ið svarar til nakrar og fjøruti krónur um tíman. Tað gevur so umleið kr. 1.800 um vikuna, elle kr. 7.2000 um mánaðan. Við 35 % í skatti hava hesir borgarar kr. 3.700 eftir til húsalán, pensión og aðrar fastar útreiðslur. 

Hetta er idealsamfelagið hjá borgarligu flokkunum, har loysunarorðið er, minni skattur so verður meira peningur eftir til skattaborgarin. Hjá teimum múgvandi og feløg millióninga og milliarderana er skatturin 15 %.

Ein av heimsins ríkastu, milliarderurin Warren Buffet hevur alment átala skattapolitikkin í Amerika, og at tað líkist ongum, at skrivstovufólk hansara gjalda tvær tríggjar ferðir so nógv í skatti sum hann.

Munurin ímillum okkara samhaldsfasta samfelag , har øll lyfta í felag, mótvegis Amerika har egoisman verður sett í hásætið, er óskiljandi fyri okkum. Og ein hevur ilt við, at skilja støðuna hjá lág og miðalstætturin í Amerika er komin í, har tey antin mega selja húsini og gerast húsvill , ella eru tey noydd brúka pensiónspeningin her og nú fyri at lívbjarga sær sjálvum. 

Latið okkum heldur fáa eina pensiónasskipan, har tann peningur íð verður settur av til okkara pensionistar verður lagdur omaná samhaldsfasta. Soleiðis at tað framyvur verður ein samhaldsføst skipan, har goldið verður inn, í mun til tað inntøku ein hevur.

Frank Davidsen