Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjálvandi skulu vit hava nýggja svimjihøll í Havn

Tórshavnar Býráð hevur samtykt at bjóða arbeiðið út at gera eina nýggja svimjihøll við 50 metra langhyli.

Men kanska er tað skeivt at byggja eina nýggja svimjihøll í Gundadali.

Tað er longu sera trongt í Gundadali og tað er trupult at sleppa til og frá, og parkeringsviðurskiftini fara at verða ein trupulleiki.

Tí kundi eg hugsa mær at kanna nærri, um tað ikki er bæði betri og bíligari at byggja hana í Vesturbýnum, úti á Fløtum, har nýggjur stórur skúli verður tikin í nýtslu í næstum, og har Glasir og Musikkskúlin eisini eru. Her fáa vit nakrar stórar synergieffektir.

Umleið 2.700 næmingar hava sína dagligu gongd har, og kommunan eigur eitt øki, sum svimjihøllin kann byggjast á.

Vit í býráðnum hava skyldu til at kanna allar møguleikarnar og tað ætli eg at brúka tíð og orku upp á.

Lat ongan iva verða um, at eg taki fult undir við ætlanini um at byggja nýggja svimjihøll í Havn, men lat okkum hugsa okkum væl um, framtíðartryggja verkætlanina og hava fíggingina upp á pláss áðrenn vit byrja.

Annfinn Brekkstein
býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu