Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjálvseyðmýking Løgmanns fullkomin

Og tað við lít. lat meg fyrst lýsa støðu Løgmanns í samband við veljarakanningina. Í staðin fyri at taka í egnan barm í samband við tí søguliga vánaligu veljarakanning fyri Sambandsflokkin, so vísa viðmerkingar hansara , hvussu hann undirmetir sínar egnu veljarar. Hann hevur enn ikki funnið út av, at sambandsveljarar eins og aðrir veljarar eru sjálvsstøðug individ ið duga at síggja, eins og gera sær sínar persónligar metingar, tá formaður teirra rópar bøh,bøh, "úlvurin kemur" ístaðin fyri at viðurkenna, at sambandprofilurin eins og politikkur Sambandsflokksins í sitandi samgongu er fullkomuliga miseydnaður.

So í sínum politiska maktarloysi rópar Løgmaðu, at " úlvurin kemur ". Úr leysum lofti við eini veljarakanning sum jarnbrot, greiður hann veljarnum frá, at Aksel V. johannesen formaður Javnaðarflokksin, stóri vinnarin í veljarakanningin er alt ov veikur, og at hann kemur at hoykna undir politiskum trýsti í eini komandi fullveldissamgongu. Maka til einkissigandi møsn av einum stjórnarleiðara man valla finnast. Men hetta hevur verið hansara retorikkur, at koma við hypotetiskum møsni, istaðin fyri tikið til eftirtektar ,at veljarin eftirhondini er hjartans troyttur av Løgmannsins innantóma retorikki.

Í staðin fyri líkjist henda profeti Løgmanns hansara egnu politisku støðu í hesi samgongu.

Hann og hansara partamenn hava sitið sum nikkudukkir, meðan Fólkaflokkurin hevur drigið Sambandsflokkin út á uttastu høgrarók, í einum neokonservativum politikki ið ikki stendur nakað aftan fyri The Party rørðsluna í USA. Tað kemur honum als ikki til hugs, at vísa á Javnaðarflokkin sum eitt eventuelt politiskt alternativ til komandi løgtingsval. Nei, betur og tryggari kennir sitandi Løgmaður seg saman við sínum mentor Fíggjarmálaráðharranum.

Eitt er at Løgmaður tykist at hava liva sítt politiska lív í eini boblu, styrdur av Fólkaflokkinum. Ei heldu hann sær hvat í rørur seg uttan fyri politisku bøgarðarnar. At hansara flokksfelagar tigandi og í tøgn hava góðtikið tað ógvusligu politisku høgrasnaring, sum samgongan hevur ført, tað man fyri sambandsveljarnum verða ein uppaftur størri gáta.

Hvussu ofta hava veljarnir ikki hoyrt sitandi Løgmann siga eitt, men aftaná at hava drigið í land í týdningarmiklum málum, uttan at taka avleiðingarnar av hesum.

Mest skelkandi er málið um EIK Grunnin. Av løgtingsins røðarapalli eins og í øllum fjølmiðlum nærum ýldi Løgmaður, at her skuldi " hvør steinur vendast ". Eftirtíðin hevur tó víst okkum, at sum ikki einaferð fyri ikki at siga117andu ferð,so sendur hann løgtinginum eins og veljarnum "Apríl".

Størsta fíggjarliga gølan nakrantíð í Føroya søgu, har túsundtals skattaborgarar vóru drignir upp á trá av karráðum spekulantum, tað hevur í dag als ongan áhuga hjá tí Løgmanni sum herfyri høgt og heilagt lovaði Løgtingi og føroya fólki, at " hvør steinur skuldi vendast í hesum málið". Nei, nú yppur hann øksl, eins og hann sum ein annar smádrongur gevur samgonguni sum hann sjálvur er leiðari av ábyrgdina av, at eingin játtan var til at kanna Eik Málið út í æsir.

So kann ein spyrja seg sjálvan, hvør er orsøkin til at Løgmaður knappliga hevur skift hest í hesum málið. Hann hevur jú fleiri ferðir í tydningarleysum málum banka alla samgonguna uppá pláss, eins hann hevur hótt við nývali um samgongulimir ikki akta harraboð frá honum. Ella kann tað vera so galið, at kreftir í politiska systeminum ella í umsitingini hava ein áhuga í at Eik M.álið ikki verður kanna út í æsir.

Kúvending Løgmanns kundi gott givið eina ábending um, at her er eitt ella annað sum ikki ruggar rætt.

Eitt er heilt vist at slíka, eg vil kalla tað sjálvseyðmyking ið okkara stjórnarleiðari her borðreiður fyri veljarnum í málinum um Eik Grunnin og húsagangin í Eik Banka, tað hevði eingin annar stjórnarleiðari kunna yvirliva politiskt.

Hinvegin so hevur Løgmaður og samgonga sum aðalmál, at óansæð hvussu hvat so skal einki fáa politiskar avleiðingar. Tí er Løgmaður og hansara samgonga politiskt ódeyðulig, til veljarin kemur at seta krossin á einum komandi løgtingsvalið.

Frank Davidsen