Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjálvstýri

Sum einasti flokkur fer Nýtt Sjálvstýri til val uppá at vinna okkum alt tað sjálvstýri sum vit hava rætt til.

Hervið er tað endiliga ein føroyskur politiskur flokkur, sum tekur undir við teimum 3.094 føroyingum, sum í 1995 vendu sær til donsku stjórnina við áheitan um at fáa valt ein tjóðfund fyri ríki okkara. Víst var á, at hetta stig høvdu vit rætt at taka, tí vit hava rætt til alt lóggávuvald, gerðarvald og dómsvald í ríki okkara. 

Sum kunnugt gekk danska stjórnin ikki okkara áheitan á møti, og føroysku politisku flokkarnir hildu ikki at tað hevði týdning, at okkara rættur var niðurtraðkaður. 

Men nú er glotti at síggja í tunnilsmunnanum, tí Nýggja Sjálvstýri tekur undir við okkum og fer til val uppá at vit skulu fáa alt tað sjálvstýri, sum vit hava rætt til.

Sum kunnugt er Grønland ein partur av ríki okkara, og røkkur tað tí heilt upp til Norðurpólin. Men danska stjórnin hevur heilavaskað grønlendingar til at halda, at teir ikki eru í ríkinum saman við okkum. Tað fyrsta, ið okkara løgting tí eigur at gera, er at taka upp samráðingar við grønlendingar at fáa teir at taka støðu til, um teir vilja vera saman við okkum um at fáa sjálvstýri. Skuldi tað løgna hent, at teir ikki vilja tað, so forðar tað als ikki okkum í at fáa tað sjálvstýri, sum vit sjálvir hava fullkomnan rætt til.

Nýggja løgtingið hevur tí almiklar avbjóðingar tá stig skulu takast á sjálvstýrisleið. Men vit hava gott í væntu við at standa saman og halda okkum til rætt og landaskil.

Zakarias Wang