Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjálvvirkandi flytigjald

Yvirhøvur er okkara skatta- og avgjaldsskipan soleiðis, at lág- og miðalinntøkurnar bera tann lutfalsliga tyngsta skattin.

Eitt undantak er tó.

Vit hava ein serligan skatt, sum verður kravdur av teimum, sum umseta fasta ogn. Tey skulu gjalda 1/2 prosent av tí sum ognin verður seld fyri. Tey sum einki eiga sleppa undan hesum skatti. Tey, sum eru á teimum ovaru rókunum, gjalda skattin tí hann er kvittan samfelagsins fyri at alt er farið rætt fram og at nýggi eigarin er rættur eigari av ognini.

Eisini hesum skatti viðvíkjandi er munur á í Føroyum og í Danmørk. Niðri er hesin skattur ikki eitt hálvt, men tveyogeitthálvt prosent, ella fimm ferðir hægri enn í Føroyum!

Tað eru fleiri búskaparfrøðingar, sum siga, at tað ræður um at hava skattir av hesum slagnum, tí so verður skatturin kravdur har pengarnir eru. Tey, sum eru sparin, sleppa undan skattinum. Tey, sum ofta flyta pengar, gjalda fyri hvørja flyting.

Tekniskt er hetta lætt at gera. Flytingarnar fara fram yvir bankakervið, og vit gera eina nýggja skattalóg, sum sigur, at tann sum flytir og tann, sum fær, rindar eitt hálvt prosent av upphæddini.

Tær upphæddir, sum fluttar vera, eru ørandi. Hvussu stórar kundu inntøkurnar av eini slíkari skipan verið?

Hildið verður, at inntøkurnar vera so stórar, at tær høvdu svarað til samlaðu inntøkurnar av okkara núverandi inntøkuskatti, eins og øllum meirvirðisgjaldi og tolli.

Umleggingin hevði gjørt, at skattabyrðan á há- og láginntøkum høvdu minkað munandi eins og Nýtt Sjálvstýri vil virka fyri. Sum er gjalda tey flestu inntøkuskatt og meirvirðisgjald. Hesum sluppu tey undan og komu í staðin fyri at gjalda eitt prosent av inntøkuni í flytigjaldi.

Tey, sum komu at gjalda, eru tey somu sum í løtuni gjalda fyri umsetning av fastari ogn og tey sum yvirhøvur flyta pengar. Nú hevði ikki verið skattafrítt at keypt og selt fiskikvotur, tí eitt sjálvvirkandi flytigjald varð sett á flytingina av upphæddini fyri søluna!

Tað er greitt at tey sum koma at gjalda høvdu reist uggafjarðarnar, men tey fingu eisini nógv burturúr, tí við at TAKS fekk at vita at gjald varð flutt, so var tað eisini trygd fyri at sølan var farin rætt fram.

Flytigjald fyri umsetning av fastari ogn hevur verið í fleiri hundrað ár, men ikki fyrr enn nú er teknisk gjørligt at fara longur hesa leið og fáa eitt sjálvvirkið flytigjald. Manga staðni verður tað umhugsað, og um so er at vit seta tað í verk og fáa tað at rigga, so fara heimsins fremstu búskaparfrøðingar at venda eyguni móti Føroyum og siga frá, at har er komin ein skattaskipan, sum er nógv betri fyri tey á teimum niðaru rókunum enn nakra aðra staðni, samstundis sum hon stimbrar virkisfýsni og kreativiteti soleiðis at hesar oyggjar gerast fyrimynd hjá øllum heiminum.

Zakarias Wang

Nýtt Sjálvstýri