Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjey ár fyri sambandið

Í almenna orðaskiftininum hevur viðhvørt verið ført fram, at eg havi verið sambandsmaður. Hetta hevur ongantíð verið nakað dulsmál, og tá eg havi verið spurdur, havi eg altíð sagt, at tað er fullkomuliga rætt. 

Men hvussu bleiv eg sambandsmaður?

Í 1954 fór eg til Havnar at ganga á studenta- og preliminerskeið Føroya Løgtings. Av tí at eg var úr Kaldbak, bar til hjá mær at sleppa heim flestu vikuskifti. Hjá hinum lá hetta illa fyri, og fyri at stytta sær stundir hildu næmingarnir fund leygarkvøld at viðgera mál, sum vóru uppi í tíðini.

Í november 1954 var løgtingsval.

Ein mánamorgun eg kom í skúla, søgdu hinir næmingarnir, at teir høvdu havt politiskan fund sínámillum. Har høvdu nakrir næmingar tosað fyri politisku flokkunum, og høvdu teir havt royndarval aftaná. Fundurin hevði verið góður, men summir næmingar vóru misnøgdir við, at eingin hevði vart borg fyri Sambandsflokkin. 

Nakrir av hesum næmingum kringsettu meg í trappuni, sum var upp á ovaru hædd í skúlanum, og bóðu og bønaðu meg at verja Sambandsflokkin á næsta fundi. Hetta var ikki komið mær til hugs. Sjálvandi vóru nógv sambandsfólk í Kaldbak, teirra millum omma mín, men mamma mín stuðlaði Fólkaflokkin, og sáli abbi mín, sum eg var uppkallaður eftir, atkvøddi alt sítt lív fyri Sjálvstýrisflokkinum, til hann fylgdi Jóannesi bónda í Fólkaflokkin. 

Mong val hevði bara verið ein sjálvstýrisatkvøða á øllum fjørðinum, og tað hevði verið hansara. Hann doyði í 1942 og upplivdi tí ikki fólkaatkvøðuna í 1946, tá bæði foreldur míni atkvøddu fyri loysing og eg sum seks ára gamal fegnaðist við teimum um sigurin. Hugur mín til nú at fara at tosa fyri Sambandsflokkin var tí ikki ovurhonds stórur, og eg royndi sum frægast at bera meg undan. Eg segði, at eg var nýkonfirmeraður og bara fjúrtan ár, í veruleikanum ov ungur at ganga í skúlan uttan undantaksloyvi. Men hinir næmingarnir góvust ikki, søgdu at tað var lætt hjá mær, tí eg dugdi væl at tosa, og eg skuldi bara siga okkurt. 

Tað endaði so við, at eg gekk við til at átaka mær hetta lutverk, kanska einamest tí eg helt tað vera synd í hesum neyðaradýrinum, Sambandsflokkinum, sum ongan góðan hevði. Á næsta fundi royndi eg so eftir førimuni at gera sum mær var álagt.

Eftir henda fundin kom ein annar næmingur til mín og segði, at hann eisini vildi verja sambandið. Hann var fýra ár eldri enn eg, og seinni havi eg fingið at vita, at hann hevði verið til skips saman við góðum sambandsmonnum. Teir høvdu tosað um politikk, og hann hevði verið so eldhugaður tjóðveldismaður, at hann toygdi seg út úr koyggjuni fyri at geva orðum sínum størri vekt. Nú var hann 18 og gekk í fyrsta studentaskúlaklassa. Eg kendi hann ikki, men hann segði, at hann var úr Miðvági og æt Pauli Ellefsen. 

Eg helt, at nú kundi hann taka yvir, so eg slapp heim í vikuskiftinum. Tað gekk hann tó ikki við til. Harumframt skeyt hann upp, at vit skuldu fáa tilfar at leggja fram á næsta fundi. Hetta helt eg vera at gera ov nógv av, men hann fekk sjálvur avtalu í lag við blaðstjóran á Dimmalætting um at vit skuldu hittast á skrivstovu blaðsins. Tað bøtti munandi um undirtøku floksins, at nakar vildi verja hann. Tá fjórði fundur var, fór eg tó heim at halda frí.

Av tí at eg soleiðis var skumpaður til alment at verja sambandsflokkin, noyddist eg at leita eftir grundgevingum fyri at fáa onnur upp í part. Ein grundgeving var, at Danmørk læt okkum pengar. Komu teir ikki, var neyðugt at hækka skattirnar. Lætt var at fáa undirtøku við at føra hetta fram. Hevði valaldurin verið fjúrtan ár í 1954, hevði eg atkvøtt fyri flokkinum. At sambandsfólkini, eg møtti, vóru av fittastu fólkum, lætti sjálvandi um mína støðutakan.

Eg fór niður til Danmarkar í 1959 at lesa stjórnmálafrøði í Århus, og tvey ár seinni varð mær álagt at hava eina framløgu fyri lærarum og studentum um føroysk politisk viðurskifti. Ringt var at fáa tilfar. Bøkurnar vóru ikki nógvar, og noyddist eg tí at leita aðrastaðni. Tíbetur var Statsbókasavnið í Århus granni mín, og har kundi eg lesa føroysku bløðini.

Hetta var fyri mær eygnariv! Serliga var tað politiska gongdin í 1906 sum ávirkaði meg. Tá eg hevði vart Sambandsflokkin, var tað ikki tí at eg helt, at føroyingar vóru danir. Eg helt, at vit áttu at vera saman við Danmørk av tí at hetta var best fyri okkum. Men eg ivaðist ikki í, at skipanin var soleiðis, at vit sjálvi skuldu gera av, hvat ið her skuldi henda. Eg helt, at orðið samband merkti, at partarnir vóru saman, men at hvør av teimum hevði sjálvstýri í egnum málum.

Men tað, sum hendi í 1906, var alt annað!

Jóannes Patursson vildi útbyggja infrakervi okkara. Í Danmørk hevði stjórnin gjørt stórar íløgur í vegir, jarnbreytir og havnir, men biðin um at gera slíkar íløgur í Føroyum, svaraði hon nei. Stjórnin segði Jóannesi, at ríkisinntøkurnar úr Føroyum vóru evarskalítlar av tí at føroyingar ikki vildu seta nýggjar danskar skattalógir í gildi, og ikki bar til hjá statinum at rinda íløgur í Føroyum, tá føroyingar ikki vildu gjalda statsskatt. Tá fekk Jóannes donsku stjórnina at ganga við til, at løgtingið kundi krevja teir skattir upp, sum vit annars skuldu goldið til statin, og mett varð, at henda inntøka kundi fíggja neyðugu útbyggingarnar.

Her kom Jóannes í politiskt ódnarveður, tí andstøðan var ímóti, at vit yvirhøvur skuldu gjalda skatt. Teir vunnu og stovnaðu Sambandsflokkin, sum sostatt er stovnaður uppá, at vit hvørki skulu gjalda skatt til løgtingið ella til statin. Men flokkurin var ikki ímóti, at tað almenna hevði útreiðslur. Hesar skuldu bara ikki rindast av okkum, men av statinum og harvið donsku skattgjaldarunum.

Tað sum aftaná hendi, var, at meðan danska stjórnin sýtti fyri at rinda útbyggingar, sum sjálvstýrismenn vildu seta í verk við føroyskari fígging, forðaði einki stjórnini í at áleggja donsku skattgjaldunum at stuðla sambandsmonnum við at gjalda útbyggingar í Føroyum, sum hesir vildu hava. Nú var knappliga einki krav, at statsskattur varð álagdur. Her var sostatt talan um, at danska stjórnin gjørdi mismun millum ymsar áskoðanir í Føroyum og rindaði valstríðið hjá nøkrum av landsmonnum okkara, sum gingu stjórnini til handa, so at hesir fingu valdið.

Hetta helt eg vera djúpt ómoralskt. Eg kom til ta sannføring, at tað hevði verið skeivt av mær at stuðla Sambandsflokkin. Eg vendi mær frá honum og tók tí undir við føroysku sjálvstýrisrørsluni.

Framløga mín var eftir summarfrítíðina 1961. Har vóru professarar mínir í stjórnmálafrøði, Erik Rasmussen og Poul Meyer, eins og professarin í ríkisrætti Max Sørensen, ráðgevi hjá uttanríkismálaráðnum í fólkarætti. Har var eisini professarin við Keypmannahavnar universitet, Poul Andersen, sum hevði skrivað ta lærubók í ríkisrætti, sum vit brúktu. Eins og Max Sørensen hevði hann verið við til at skriva álit í tí nevnd, sum hevði lagt fram nýggju stjórnarskránna í 1953.

Ein av studentunum var Margreta prinsessa, sum júst var komin at lesa stjórnmálafrøði í eitt ár saman við okkum fáu. Eftir at eg hevði havt mína framløgu, var orðaskifti. Margreta spurdi, um eg kundi greiða frá hvat ið læknastríðið í Klaksvík snúði seg um. Eg kundi í stuttum siga, at tað á mangan hátt var eitt politiskt stríð, sum fekk eina politiska loysn.

Við hesum vóru míni sjey ár sum sambandsmaður liðug: frá studentaskúlatrappuni í 1954 til framløguna fyri Margretu prinsessu á universitetinum í Århus í 1961.

Zakarias Wang