Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjey stórar vindmyllur setast upp í Keypmannahavn

Umhvørvispolitikararnir í Keypmannahavnar kommunu hava sjósett eina av teimum mest framsøknu vindmylluverkætlanunum í Danmark.

Býurin skal veita innivist fyri myllum, sum eru upp til fýra ferðir hægri enn Rundatorn. Myllurnar kunnu samanlagt veita streym, svarandi til tørvin hjá 14.000 húskjum.

Tað skrivar Berlingske.

Tekniska- og umhvørvisnevndin hjá kommununi ætlar at seta tríggjar av teimum sjey myllunum upp á Prøvestenen í landnyrðingspartinum av Amager og fýra í Kalvebod Syd á Vestamager.

Tær fýra síðstnevndu myllurnar skulu eftir ætlanini vera upp til 148 metrar høgar. Men hetta kann koma í stríð við náttúruáhugamál, og tað kann í ringasta føri bera í sær, at myllurnar verða av ongum.

Friðingarnevndin síðsta orðið

Í síðst enda er tað nevniliga Friðingarnevndin, ið ger av, um tær fýra risastóru vindmyllurnar á Kalvebod Syd kunnu hjálpa kommununi við at røkka málinum um at gerast ein av heimsins mest veðurlagsvinarligu stórbýum í 2025.

Københavns Energi, ið skal seta myllurnar upp, kann ikki gera tað uttan at søkja um undantaksloyvi frá friðingini, ið er galdandi fyri umráðið.

Sambært Umhvørvismálaráðnum kann Keypmannahavnar kommuna ikki uttan víðari rokna við at fáa undantaksloyvi. Hendir tað ikki, kann úrslitið verða, at eitt heilt nýtt friðingarmál skal reisast, sum tað kann taka fleiri ár at fáa avgreitt.

Keypmannahavnar kommuna metir tó, at góðir møguleikar eru fyri at fáa undantaksloyvi, tí myllurnar verða settar upp í einum umráði, har eitt annað umhvørvisverk stendur.

Tí roknar Ayer Baykal, umhvørvisborgarstjóri, sambært Berlingske við, at uppsetingin av myllunum kann byrja longu næsta ár.

Kelda. www.sev.fo