Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjóhestar, krokodillur og vatnpolo

Familjutiltak 29 og 30 desember.

29 og 30 desember 2011 verður enn eitt familjutiltak, har dentur verður lagdur á hugna og spæl við alskyns leikum, sum eru tøkar í hylunum hesar dagarnar. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Opið verður frá kl. 08:00 til 20:00 báðar dagarnar.

Kafeteria í svimjihøllini er opið somu tíðir, har tey vitjandi hava møguleika at keypa okkurt til matna.

Kostnaður fyri vaksin er 50 og fyri børn 30 krónur.

Klippikort kunnu ikki brúkast at gjalda við.

Leygardagin 31/12-11 og sunnudagin 01/1-12 er svimjihøllin stongd. Opið verður aftur fyri almennari svimjing mánadagin 02. januar 12 kl. 06:45.

Starvsfólkini í svimjihøllini vilja samstundis ynskja øllum eini gleðilig Jól og eitt gott Nýggjár.