Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjón fyri søgn: Vinnari funnin og 2. umfar byrjað

Í hesum døgum fyllir almenna kjakið um eina føroyska filmsvinnu alsamt meira, samstundis sum Filmsgrunnurin er støðugt voksin seinastu árini. Ein av verkætlanunum í menning er ein nýggj online røð, sum eisini er skipað sum kapping, ið ber heitið "Sjón fyri søgn."

Í dag er 2. umfar av "Sjón fyri søgn" kunngjørt saman við vinnaranum av 1. umfari, ið gjørdist Rói Davidsen fyri søgu sína "Gloymska," um ein ungan mann, ið hevur mist minnið.

-Talan er um eina interaktiva online stuttfilmsrøð, har hyggjarin, sum avger, hvat hendir í endanum av hvørjum parti. Hon kann somuleiðis roknast sum interaktiv á tann hátt, at hon verður skipað sum ein handritskapping, ið øll kunnu taka lut í og hava høvi at mynda - eisini, um ein onki veit um handrit," sigur Torfinnur Jákupsson, framleiðslustjóri. 

-Øll hugskot eru vælkomin. Onki mark er fyri, hvussu einfalt ella ekstremt tað skal vera. Men nøkur verða so vald út úr rúgvuni. Hugskotini, ið higartil eru latin inn, hava verið sera fjølbroytt og spennandi."

-Idéin er at fáa so mong ymisk sjónarmið við sum møguligt í savnaðu røðina, ið hevur til endamáls at mynda ein tvørskurð av einum nútímans Føroyum í broyting - við øllum sínum fyrimunum og vansum. Men søgan kann eisini fevna víðari út um landoddarnar."

-Higartil eru ikki nógvar drama røðir, ið verða framleiddar í Føroyum, og hevur henda røðin eins og kappingin eitt frásøguligt og mentanarligt virði. Tað er ein roynd at økja um áhugan at framleiða filmiskar søgur í Føroyum við støði í fólkinum sjálvum," undirstrikar Torfinnur. 
Freistin at lata inn til 2. umfar av "Sjón fyri søgn" er 1. januar 2017. 

Sí meira á www.sjonfyrisogn.com