Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjónbandaupptøka - Neyðugt við fólksligum politiskum kjaki og meiningum

Almenni politiski kjakfundurin 10. januar 2018 í Tórshavn hjá Føroya Væl, veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymi vísir, at stórur tørvur er á, at politikarar og fólkið minka um frástøðuna til hvønn annan. Fólkaræði snýr seg m.a. um luttøku og ávirkan - og tað megna vit ikki nóg væl bara umvegis sosialu miðlarnar 

Samgongan arbeiðir í løtuni við at gera eitt lógaruppskot um Stjórnarskipan Føroya og ætlar at skipa fyri einari fólkaatkvøðu um hetta, seinni í ár.

Í hesum sambandi skipaði Føroya Væl fyri einum politiskum kjakfundi í Tórshavn, Aulan í Finsen, í gamla Kommunuskúlanum. Hetta er fyrsti almenni politiski kjakfundur millum politiskar flokkar, um ætlaðu nýggju Stjórnarskipan Føroya - og har fólkið slapp til orðanna.

Uppmøtingin var sera góð, har tað møttu eini 150 fólk. Hetta er eitt tekin um, at fólkið dámar og ynskir at møta okkara politikarum - fólk vilja upplýsing um politikk og samfelag. Og teir spurningar, sum settir vórðu, eru eisini eitt tekin um, at fólk hava politiskar meiningar, sum tey vilja deila og kjakast við onnur um.

Politiskt samskifti er í dag í stóran mun farið at snúgva seg um heimasíður, facebook, sjálvprofilering og yvirflatiskar viðmerkingar og meiningar. Okkum vantar eina veruliga kjakmentan við veruligum persónum aftan fyri - og meira ektaðum politiskum kjaki og argumentatión.  

Føroya Væl hevur í sambandi við politiska kjakfundin gjørt eina sjónbandaupptøku, soleiðis at fólk, sum m.a. ikki møttu ella ikki kundu møta, nú fáa høvið at síggja og lurta eftir øllum tí, sum kom fram á fundinum. 

Sjónbandaupptøkan er býtt upp í partar, soleiðis at ein lættari og skjótari kann velja til og frá.

Føroya Væl fer at nýta høvið at takka øllum teimum, sum møttu til fundin, teimum, sum løgdu fram og teimum, sum skipaðu fyri og hjálptu til.

Johan Dahl
formaður í Føroya Væl 


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=slQFwUD94lY]
Sí sjónbandaupptøku: Politiskur kjakfundur