Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjónligt og virkið Býarbókasavn

Tíðindaskriv: Eitt sjónligari og virknari bókasavn er ivaleyst tað, sum stendur týðiligast í huganum, tá vit eftirmeta 2011 á Býarbókasavninum í Havn. Hetta var árið, tá Býarbókasavnið víðkaði um síni hølir við at innrætta í veghæddini. Her eru nú ljós og rúmlig hølir, har til ber at sita og lesa bløð og tíðarrit og drekka ein kaffimunn og kanska fáa sær ein ís frá íscaféini Nero. Eisini ber til at sita við fartelduni og nýta ókeypis tráðleysa netsambandið. Í hesum hølunum hevur eisini verið rúm fyri smærri tiltøkum. Lena Anderssen hevði td. eina væl vitjaða móttøku her, tá nýggjasta tónleikaútgáva hennara, Letters from The Faroes, kom út.

Á næstu hæddini hava eisini verið tiltøk. Til dømis hava listaframsýningar við Sámali Blak og Jón Sonna Jensen verið fyriskipaðar í samstarvi við Listafelagið. Barnabókasavnið hevði eisini forkunnuga vitjan av tiltakinum Opera í barnahædd, har Hanne Bødtker Nordtoft sang um Snjódrotningina eftir H.C. Andersen. Sum so ofta fyrr skipaði barnabókasavnið eisini fyri m.a. klippiverkstøðum, teknikappingum og kapping um at skriva bókaummæli.

Talið av vitjandi var 85.000 í 2011, og hetta er met, eins og árini frammanundan hava verið tað.

Hyggja vit aftur á 2011, fegnast vit serliga um, at talið av vitjandi er í støðugari øking. Eisini gleðast vit um hesi snotiligu nýggju hølini og møguleikarnar í veghæddini. Harumframt kenna vit vælvilja frá kommunala myndugleikanum, at Býarbókasavnið framhaldandi skal mennast. Hetta gevur okkum gott mót um framtíðina hjá Býarbókasavninum.

Býarbókasavnið hevur heimasíðu, bbs.fo, umframt vangamynd á facebook, har meira kann lesast og síggjast um virksemið hjá Býarbókasavninum. Tikið verður eisini væl ímóti viðmerkingum og uppskotum.

Í ársfrágreiðingini fyri 2011 hjá Býarbókasavninum eru annars fleiri hugalig tøl at síggja.

Brúkarar

Talið av brúkarum er støðugt vaksandi. Við árslok høvdu 85.000 fólk verið inni á gólvinum á Býarbókasavninum. Hetta er ein øking í mun til árini frammanundan, tá tølini vóru 82.862 í 2010 og 80.679 í 2009.

11.200 fólk hava lánarakort til Býarbókasavnið. Hetta er ein øking í mun til í fjør við 117 lánarum, tá talið við árslok var 11.083.

Útlán

96.200 bøkur, ljóðbøkur og dvd-filmar vórðu lænt út í árinum. Talið fyri 2010 var 100.283, og í 2009 var talið 92.119.

Við í hesum tali eru 338 bøkur frá útlendskum bókasøvnum. Í 2010 vóru lænt 504 bøkur frá útlendskum bókasøvnum.

Eisini útlánið av dvd-filmum er íroknað hesum tali, sum í 2011 var 18.575 filmar í mun til 14.480 í 2010.

Mest læntu føroysku skaldsøgurnar til vaksin vóru eftir Jógvan Isaksen og Jóannes Nielsen. Av skaldsøgum á donskum vóru mest læntu eftir rithøvundarnar Liza Marklund, Sara Blædel og Jussi Adler-Olsen.

Mest læntu filmarnir vóru An education og The reader.

Børnini læntu 32.256 bøkur, ljóðbøkur og dvd-filmar. Hetta er ein øking á umleið 4.500 eintøk í mun til talið í fjør, sum var 27.875.

Mest lænta barnabók er føroyska myndabókin Drongurin sum gloymdi hvussu mann spælir, eftir Dánjal á Neystabø og Búa Dam, og sum Janus á Húsagarði teknaði myndir til. Eisini eru bøkurnar um Herviliga Henry eftir Francesca Simon sera nógv læntar. Fyrstu túsund orðini eftir Heather Amery, sum Pauli Hansen týddi úr enskum, er eisini sera nógv lænt.

Mest lænti barnafilmurin var Disco ormene og ungdómsfilmurin Det gyldne kompasset.

Tilfarsstovnur

Bókasavnið eigur umleið 71.836 bøkur, tíðarrit, ljóðbøkur og dvd-filmar. Av hesum eru 21.488 eintøk føroyskt tilfar.

Allar føroyskar ljóðbøkur verða keyptar og eitt úrval á donskum.

Hini bókasøvnini í kommununi

Kollafjarðar bygdar- og skúlabókasavn

Bygdar- og skúlabókasavnið er í skúlanum. Opið er fyri børn og vaksin í vetrarhálvuni (1.oktober til 31.mars) mikukvøld kl. 19-21 og í summarhálvuni (1.apríl til 31.september) mikukvøld kl. 19-20. Stongt er í summarfrítíðini hjá skúlanum.

Skúlabókasøvnini í Tórshavnar kommunu

Útlánið hjá øllum skúlabókasøvnunum var 43.572 bøkur tilsamans. Í fjør var hetta talið 49.702. Lán til skúlaflokkar, verkætlanararbeiði og evnisvikur eru ikki íroknað. Alt tilfarið, sum er á skúlabókasøvnunum, verður nógv brúkt til hesi endamál.

Í 2011 keyptu skúlabókasøvnini samanlagt 14.045 bøkur og annað tilfar. Skúlabókasøvnini eiga nú tilsamans 141.752 bøkur. Hetta er ein øking av tilfarsstovninum á umleið 9.500 eintøk í mun til 2010, tá talið var 132.131.

Tænastur

Bókasavnið hevur samstarv um útlán við 9 stovnar í kommununi: Barnatannrøktin, Dagtilhaldið í Nólsoy, Eldrasambýlið oman Mattalág, Ellisheimið, Heimið við Vallalíð, Hvíldarheimið Naina, Lágargarður, Tjarnargarður og Varðhaldið. Hetta merkir, at Býarbókasavnið syrgir fyri, at eitt skiftandi úrval av lesnaði er tøkt á hesum stovnum.

Bókasavnið hevur eina tænastu, ið eitur Bókaberin, tað eru starvsfólk, ið koyra út við bókum, ljóðbókum og tíðarritum. Rørslutarnað og onnur, ið ikki fáa komið á bókasavnið, kunnu melda seg til skipanina. Les meira um hetta á heimasíðuni www.bbs.fo.

Ókeypis atgongd er til internetið á øllum hæddum á bókasavninum.

Í 2011 víðkaði Býarbókasavnið um síni hølir á niðastu hædd. Her er nýinnrættað við caféøki út móti gongugøtuni, har tíðarrit og bløð kunnu lesast. Umstøður eru nú eisini til smærri tiltøk. Innast á hesi hæddini eru fýra internetteldur uppsettar, sum verða nógv nýttar, serliga av ungdómum. Í løtuni standa krimibøkurnar eisini her. Avgreiðslan er eisini á hesi hæddini. Nýggj sjálvgreiðsla er uppsett, og hon virkar væl. Starvsfólk eru tó altíð til reiðar at hjálpa og avgreiða viðurskiftir, sum sjálvgreiðslan ikki klárar. Harafturat húsast íscaféin Nero á hesi hæddini.

Tiltøk í 2011

Hvønn mánað vóru Temaframsýningar við bókum og tíðarritum um skiftandi evnir.

Mars: Føstulávintsklipp á barnabókasavninum.

Apríl: Niðasta hædd alment tikin í nýtslu. Sera væl vitjað móttøka við talum, tónleiki, mati og drekka.

 Opera í barnahædd við Hanne Bødtker Nørtoft, sum sang um Snjódrotningina eftir H.C. Andersen.** Mai: Teknikapping í sambandi við umhvørvisvikuna.

Juni: Mentanarnátt á Býarbókasavninum við hugleiðingum og tónleiki.

Juni-aug.: Skriva bókaummæli. Summarkapping fyri børn.

22. sept.: Handan av Mentanarvirðislønum M.A.Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs í Müllers Pakkhúsið.

Okt.-nov.: Sámal Blak listaframsýning á Býarbókasavninum í samstarvi við Listafelagið.

28. okt: Leiðaraskifti á Býarbókasavninum. Almenn móttøka í Müllers Pakkhúsi.

November: Halloween klipp

Humor í Norðurlondum. Norðurlendsk bókasavnsvika við upplestri.

Lena Anderssen móttøku á bókasavninum í sambandi við útgávu av nýggju fløguni Letters from The Faroes.

Desember: Jólaklipp á barnabókasavninum fyri børn og foreldur.

Des.-jan.: Jón Sonni Jensen listaframsýning á Býarbókasavninum í samstarvi við Listafelagið.

8. des: Hátíðar- og hugnaløta í sambandi við, at 4 starvsfólk í ár hava starvast 20, 25 og 30 ár á Býarbókasavninum.

Á facebook liggja nærri lýsingar av tiltøkunum og nógvar myndir.

Blíðar heilsur

Svend Højgaard

Leiðari