Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjøtul settur á bygging

Dan Klein --- 17.05.2017 - 07:08

Við 28 atkvøðum fyri og ongari ímóti samtykti løgtingið í gjár lógaruppskotið um at dagføra Eirargarð 14 og 16. “Eg fegnist um, at eitt einmælt løgting tók undir við uppskotinum. Við hesi samtykt, er sjøtul settur á eina tilgongd, har bústaðarumstøðurnar í Suðurstreymoy til fólk við serligum avbjóðingum um nøkur fá ár gerast meira nútíðarhóskandi ” sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna. 30 mió. kr. eru settar av til at dagføra Eirargarð 14 og 16 og eru fyrireikingarnar settar í gongd.