Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjóvinnustýrið noktar at viðurkenna avgerð

Sjóvinnustýrið vil ikki fylgja einari avgerð hjá Sjóvinnuráðnum um manning av skipum, sjálvt um avgerðin er endalig og ikki kann kærast.

Málið snýr seg um manningarskjølini á føroyskt skrásettu skipunum Silver Lake og Silver River hjá norska reiðarínum Fjord Shipping.

Í manninarskjølum dagf.  7. juli í ár hevur Sjóvinnustýrið ásett maskinmanning, sum ikki hevur útbúgving og førleika samsvarandi kravinum í manningarlógini. Harafturat er í europeiskari sigling ásettur bert ein maskinistur og hetta samsvarar heldur ikki við tað, sum vanliga verður ásett fyri føroysk skrásett skip við líknandi maskinstødd – hvørki við atliti til førleikakrav ella manningartal. 

Maskinmeistarafelagið kærdi beinanvegin avgerðina til Sjóvinnuráðið, sum kom við sínari niðurstøðu 8. oktober.

Sjóvunnuráðið gav Maskinmeistarafelagnum viðhald og staðfesti, at avgerðin hjá Sjóvinnustýrinum um at lækka førleikakrøvini var skeiv. 

Sjóvinnuráðið hevur tikið sína avgerð við støði í ásetingum í manningarlógini, har ráðið eigur ta endaligu fyrisitingarligu avgerðina. Tað merkir, at Sjóvinnustýrið ikki kann kæra avgerðina, men skal fylgja henni.

Men Sjóvinnustýrið lætst ikki um vón eftir avgerðina 8. oktober, og Silver Lake og Silver River sigla enn við manningarskjølunum, tey fingu frá Sjóvinnustýrinum 7. juli.

Eftir at Maskinmeistarafelagið hevði boðað Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, sum varðar av manningarlógini, frá hesum, skrivaði Sjóvinnustýrið fyri nøkrum døgum síðani, 2. november, teldupost til Maskinmeistarafelagið, har tað greitt framgongur, at stýrið ikki ætlar at fylgja avgerðini hjá Sjóvinnuráðnum.

Grundgevingin hjá Sjóvinnustýrinum er, at tað hevur eina umsókn liggjandi frá reiðarínum um enn einaferð at broyta manninarskjalið, tí framtøkumegin hjá skipunum er lækkað niður um 3000 kW.

Hesa grundgeving góðtekur Maskinmeistarafelagið als ikki.

Føroyska manningarlógin virkar innan karmarnar á altjóða STCW-sáttmálanum, sum ásetir manningar- og førleikakrøv umborð á skipum.

STCW-sáttmálin ásetir, at skip í altjóða sigling, sum hava eina maskinorku – framtøkumegi – á 3000 kW ella meira í minsta lagi skulu vera mannað við einum maskinstjóra á fyrsta stigi við vinnubræv við átekningini “STCW-III/2 as Chief Engineer”, einum skipsmaskinmeistara á 1. Stigi við vinnubrævi við átekningini “STCW-III/2 as 2nd Engineer”, og einum fulltiknum skipsmaskinisti ella maskinmeistara uttan vinnubræv. 

Men í manningarskjølunum, sum Sjóvinnustýrið skrivaði út 7. juli, eru førleikakrøvini – átekningarnar á vinnubrøvunum – lægri enn tað, sum STCW-sáttmálin krevur.

Maskinmeistarafelagið kannar í løtuni, hvørji stig kunnu og eiga at takast, nú Sjóvinnustýrið noktar at fylgja avgerðini hjá evsta myndugleikanum á økinum. 

Vinaliga

Maskinmeistarafelagið