Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjúkrahúskjakið farið av sporinum

 Sum landsstýrismaður í heilsumálum er tað mín skylda at tryggja øllum føroyingum eina so trygga heilsutilbúgving og eina so dygdargóða heilsuviðgerð, sum yvirhøvur gjørligt.

Fyri at vit eisini í framtíðini skulu hava eitt dygdargott heilsuverk í Føroyum, eru vit noydd at gera broytingar, fyrst og fremst orsakað av viðurskiftum innan læknaverðina, sum vit ikki eru harrar yvir. Í Heilsumálaráðnum eru vit tí farin undir eina tilgongd at fáa samansjóðað tey trý sjúkrahúsini, sum í dag virka sum hvør sín sjálvstøðugur stovnur.

Hendan ætlan hevur eittans endamál, sum er at fáa eitt enn betri sjúkrahúsverk við einum nýggjum samlaðum sjúkrahúsi, sum er staðsett á Tvøroyri, í Havn og í Klaksvík. Endamálið er at seta sjúklingin í fokus og veita honum bestu møguligu tænastu og viðgerð. Broytingin er alneyðug til tess at tryggja, at vit eisini framhaldandi kunnu manna eitt tíðarhóskandi og dygdargott heilsuverk í Føroyum við nóg dugnaligum starvsfólkum.

Talan verður ikki um at máa støðið undan sjúkrahúsunum í Klaksvík og  á Tvøroyri og tøma tey fyri virksemi. Tvørturímóti verður talan um at gagnnýta tey enn betur enn í dag. Og sjálvsagt skal akutt móttøka vera í nærumhvørvinum. Eitt av endamálunum við samskipanini er júst at betra um akuttu tilbúgvingina í Suðuroy.  Ætlanin er at optimera samlaða virksemið í sjúkrahúsverkinum, sum millum annað fer at merkja,  at virksemið økist og verður meira støðugt í øllum sjúkrahúsverkinum, tvs. økt virksemi á Tvøroyri og í Klaksvík.

Hendan ætlanin hevur verið ávegis leingi, men byrjaði av álvara seinast í mars við at løgmaður boðaði frá, at øll sjúkrahúsini skuldu leggjast undir eina leiðslu. Í apríl varð málið lagt fyri landsstýrið, sum tók undir við, at arbeitt varð víðari við málinum. Tingfólk, sjúkrahúsleiðslur og onnur vórðu eisini kunnað um hetta og fingu høvi at viðgera spurningin í vár. Í ólavsøkurøðu síni endurtók løgmaður boðini um, at sjúkrahúsverkið skal leggjast undir eina leiðslu, sum skal samskipa virksemið á verandi trimum eindum í eina heild. Hóast hesa drúgvu fyrireiking og politisku kjølfesting, gera ávísir politikarar sær nú dælt av støðuni og ræða fólk púra óneyðugt við heilt órímiligum ósannindum um hesa ætlan.

Av tí, at hetta málið er so týdningarmikið fyri borgarar í øllum landinum og fyri starvsfólk í heilsuverkinum, haldi eg tað vera best, at vit geva okkum góða tíð at viðgera hesi viðurskifti og ikki lata grugg í einum valstríði oyðileggja hetta ógvuliga týdningarmikla mál.

Eg havi tí avgjørt at fara víðari við málinum í einari serligari hoyringstilgongd, har heilsustarvsfólk umframt borgarar úr øllum landinum javnt umboðaðir fáa høvi at verða kunnaðir og viðgera málið á jøvnum føti. Fólk í Vágum, Sandoynni, Norðurstreymoy og Eysturoynni hava júst líka stóran týdning í málinum um okkara heilsuverk, sum fólk í Havn, í Norðoyggjum og í Suðuroynni.

 

Tórshavn, tann 8. september 2011

John Johannessen

landsstýrismaður við heilsumálum