Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjúrður Skaale skaðar okkum sum tjóð

Tað er als eingin ivi um, at norðmenn stoypa kúlurnar og fáa The Wall Street Journal at skjóta føroyingar í sænk. Í tílíkari støðu hevur SS sum fólkatingslimur bert eitt at gera, og tað er at verja okkum, men hann ger tað stikk mótsatta, hann leypur á løgmann, sum hóast sera truplar umstøður hevur skapt sera góð úrslit, sum norðmenn í stundini róptu upp um í miðlunum. Færinger her og færinger dér, de stjæler vores markeder. De bør standses. 

At SS, í staðin fyri at verja borg, loypir á okkara lítla og fjarskotna land við færri enn fimti túsund sálum, har borgararnir bert gera sínar skyldir fyri at lívbjarga sær og sínum, er als ikki til at skilja. Hann kundi í minsta lagi funnið út av, hvørji ið veruliga eru okkara fíggindar , og. Sum eisini píska stemningin upp ímóti okkum. Ein avdúkan kundi verið nokk til, at lokið hevði verið lagt á.

Men so er ikki. SS ber ístaðin brenni á bálið. Hann skrivar m.a., at okkara avgerðir skaða okkara umdømi, men hann fatar ikki, at hann sjálvu fremur størsrta skaðan, við at taka støðu ímóti okkum og okkara áhugamálum, men tað er kanska nokk til eina norska heiðursmedealju.

Sagt verður eisini, at vit skulu tosa við einari felags Vesturlendskari rødd. Tað hava vit altíð gjørt, og undir seinna heimsbardaga vóru vit millum tey, ið mistu flestar menn á havinum. 

Churchill helt fyri eftir kríggi, at tað stríð, sum føroyingar høvdu strítt, og tey offrini, ið vóru føroyingum fyri, fóru ongantíð at verða gloymd.

So føroyingar kunnu leggja rygg til tá á stendur. Tað nýtist ongum at fortelja okkum. Norðmenn og The Wall Street kunnu gera og skriva tað teimum lystir. Vit gera tað, sum vit halda vera rætt. 

Tey sum hava skapt krígsstøðuna í Ukrainu, mugu sjálv finna loysnir. Vit fimti túsund føroyingareru ikki plávaðir av kríggsgreði. Vit hava altíð verið og eru eitt friðarelskandi fólk, sum bert ynskja at kunna virka á sjógvi og landi í góðum samstarvi við allar aðrar tjóðir.

Løgmaður hevur gjørt eitt gott arbeiði í hesum máli. Tað hevur SS ikki gjørt.

Dagfinnur Danbjørg.