Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skal høgrasnara teokrati hava loyvi at gíslataka demokratiið?

Sum barn og ungur upplivdi eg ofta - bæði á landi og sjógvi -, hvussu niðrandi ymiskir øðrvísi persónar vórðu viðfarnir av bæði ungum og gomlum. Har vóru nærum ongi mørk fyri galskapinum. Hesu fólkini vórðu nærum drivin til vanvid. Men miðvíst arbeiði og vit og skil saman við næstrakærleika hava við tíðini sett mørk fyri, hvussu hesu øðrvísi Guðs skapningar skulu viðfarast: nemliga eins og øll onnur menniskju. Líkarættur - eisini fyri allar minnilutar -hevur verið og er málið. Og nógv er fingið upp á pláss gjøgnum tíðirnar.

Men sjálvt um líkarættur tykist at vera ein almennur góðtikin rættur, so vísir tað seg, at nakað er enn eftir á mál, tá talan er um ymiskar minnilutabólkar harímillum sosialt veik og breka, sum við sparingum verða fasthildin í teirra truplu støðu, og so tey seksuelt øðrvísi orienteraðu , ið hava trupult við at fáa registrerað partnaraskap, m.a. av høgrakristnum ágangi, sum m.a. sær út at skula fara at manifesterar seg í einari komandi teokratiskt líknandi gíslatøku av okkara parlamenti - løgtinginum. Hetta eigur- um tað verður framt - at verða dømt sum eitt sera álvarsamt stýrisskipanarbrot og eigur at føra til , so gíslatakararnir verða burturvístar úr løgtinginum forever.

Tí gíslatøka og ayatollastýri hoyra als ikki heima á okkara breiddarstigum ella í okkara øld. Tað kunnu tað ikki vera tvær meiningar um.

Eg upplivdi eisini í mínum ungu døgum, hvussu tey høgrakristnu í orð og talu 'steinaðu' einligar mammur, meðan høgraprimadonnurnar við kneisandi nakka og nøsini upp í loft peikandi og murrandi søgdu: Handan teysin ger sær sjálvum og allari fam. fyri skommum. Kemur drassandi við hasum horunganum okkum og samfelagnum til byrðu.

Og hetta viðførdi, at ungar gentur - áðrenn graviditeturin sást - skundaðu sær av landinum, føddu og lótu barnið frá sær - til stóra sorg í mong, mong ár, og í mongum førum fyri alt lívið, har tonkt varð upp á barnið, og um hvussu tað mundi hava tað. Hatta kann mann vist kalla ein sokallaðan góðan høgrakristnan gerning, men hann ikki so mikið sum luktar av kristnum næstakærleika, tað kann sjálvt eitt barn finna út av.

Men nevnda vígvøllin hava tey høgrakristni ikki ræði á longur, og Guð havi lov fyri tað.

Annars var hetta bæði láturligt og grátuligt, tí mangar av teimum hoverandi høgrahattaprimadonnunum vóru skralltómar og høvdu sjálvar fingið fyrsta barnið bert einar 5, 6 ella kanska 7 mðr. eftir at tær vóru giftar, so tær høvdu ikki ligið á lati síðuni, men eisini verið seksuelt aktivar áðrenn giftarmálið, men tær høvdu bara verið so hepnar, at pápin hevði tikið ábyrgd. Soleiðis kundi tað eisini ganga.

Állíkavæl - hóast tey høgrakristni ferð eftir ferð eru sett upp á pláss og hava verið noydd at slúka sínar egnu seksuellu kamelar, sum einki hald hevur verið í - so blíva tey við og koma framvegis í religiøsa ekstasu, tá tað snýr seg um eitthvørt seksuelt. Kanska áttu tey at fingið gratis tilboð um sexsologviðgerð og eisini til viðgerð fyri homofobi, tí sovorðin fyribrigdi kunnu grøðast, so tey hvørki verða verðandi plága fyri tey sjálvi ella okkum onnur, og soleiðis at kristinboðanin kann koma aftur á sporið við høvuðsyvirskriftini boygdari í neon yvir allar Føroyar: Børn míni elski Guð og elski hvørt annað.

Men meðan vit eru við tað, so haldi eg tað vera sera sera undrunarsamt, hvussu nógv sex og sexrelateraði fyribrigdi eru á høgrakristni skránni, har ymiskir bólkar verða andaligt yvirfalnir fyri ditten og datten. Vit kunnu m.a. nevna:

ungar ógiftar kvinnur upp á vegin

sex áðrenn hjúnalag

sjálvur at nøkta egnan sexsuellan tørv

øðrvísi sexsuella orientering

at verja seg við hít

og soleiðis kunnu vit blíva við.

Eg veit ikki, um tað er tí, at tey fáa ov lítið og keðiligt sex, so teirra sexsuelli tørvur ongantíð verður nøktaður, og at tey av somu orsøk gerast krakilsk og blanda alt - sum hevur við sex at gera - saman í ein høgrakristnan vavgreyt.

Lat meg í hesum sambandi minna á hin høgrakristna mannin, ið svaraði, tá hann varð spurdur um, hví hann ikki hevði børn, at tað var tí honum ikki dámdi mátan, tey vórðu gjørd upp á. Og lat meg eisini nevna donsku kvinnuna, ið búði í Føroyum í stutt áramál, og sum svaraði upp á, hví hon var hildin uppat at ganga við mannfólki, og sum svaraði hart og kontant, jeg synes ikke, at det er spor sjovt med færøsk sex, for det er bare ind ud - ind ud og færdig. Og missionærstillingurin, eitur ikki missionærstillingurin fyri onki. Tey svørtu mundu gingið frá verðini í látri, tá tey funnu út av, at hesin fremmandi bert kendi, ja, rætt gitt: til missionærstillingin. Kanska er tað her, at hundurin er grivin? Eingin veit, men serkønir á umráðnum kunnu finna út av tí, so friður kann fáast á økinum í framtíðini.

Og tað er í tí sambandinum, at eg haldi, at tað ikki er meira enn rætt og rímuligt, um lagnufelagsbróðurin Karsten Hansen, nú hann er við at skaffa ráðgeving til kvinnur, eisini fekk skaffa eitt dusin av sexsologum til tey høgrakristnu, so tey kundu verði sexsuelt sissaði, soleiðis at øll onnur eisini kundu fingið frið at liva uttan viðvarandi forfylgingar frá sexualfrustreraðum høgrakristnum ørvitisknokkum.

Tí sjálvandi er tað sera frustrerandi t.d. at koma inn á eitt matstað við 56 rættum, men dag um dag og viku aftaná viku - mánað eftir mánað og ár aftaná ár bert at kunna fáa hin eina og sama rættin: ind ud - ind ud og færdig, meðan mann er vælvitandi um, at onnur kunnu smósa og sósa í seg akkurát, sum teimum lystir alt eftir hugi og svongd. Men fyri tað nýtist mann ikki at loypa á tey, ið fáa sær ymiskar rættir og kalla tey átufrek og luxusbúkar , misbrúkarar og annað úr somu skuffu. Nei, mann kann í staðin sjálvur ella sjálv -so við og við - finna sær veg fram til teir ymsu rættirnir og njóta teir. Og trúgv mær, so vilja øll blíva mett og væl sett, og so kunnu vit bæði fáa frið á jørð og í menniskjum góðan tokka, Íð hvussu so er á hesum økinum, og so leingi tey høgrakristni ikki finna upp á okkurt, sum kann skapa rumbul í til teirra fyrimunar.

Í 80'unum kom AIDS. Og hítin, ið vísti seg at vera besta verjan, kom sjálvandi á skránna, tí hetta var aftur - sum danir kalla tað - mad for Mogens - ella eisini tí tað lá sera væl til høgrafótin hjá teimum sexfixseraðu á ytsa høgraveingi bæði religiøst og politiskt. Og geylini byrjaðu um gøtir og strætir: Eingin hít. Einki sex fyri hjúnarbandið. Eingin undirvísing um hít ella seksualundirvísing í fólkaskúlanum, eins og tá síðurnar í lærubókunum um seksualviðurskifti á sinni vórðu límaðar saman fyri ikki at skaða tey ungu. Soleiðis var skili. Tey ungu, ið vórðu fødd tá, eru nú vorðin upp móti 30 árum, so fólk skulu nú verða uml. 40 ár fyri sjálv at minnast orrustuna.

Sjálvur loyvdi eg mær at skriva um máli og vísti m.a. á, at tá eg vitjaði heima í Føroyum í summarfrítíðini í 1976 við fam., fingu báðir synirnir, ið vóru 3 og 6 ár bjargingarvest, sum teir vóru í, tá teir spældu á kajuni í tilfeldi av, at teir duttu á sjógv. Hetta var nógv tosað um í bygdini, tí tað tá var óvanligt, men flest øll hildu, at tað var eitt sera gott hugskot, sum tey ætlaðu sær at brúka og brúktu seinri.

Sum eina síðuviðmerking kann eg nevna, at eg sjálvur fór á sjógv av kajini, tá eg var 6 ára gamal og var og fiskaði ternumurtar, sum vit plagdu tá, og at eg var um at doyggja og hevði doyð, um ikki skjótt var borðið at at fáa meg upp á turt og geva mær kunstigan andadrátt, sum tveir, í av lagnunnar speisemi vóru til staðar, dugdu, og sum teir góvu mær í longri tíð, áðrenn tað grælaði í mær: Lat vera, - og so var sloppið.

Hetta loyvdi eg mær at skriva í 14. september og at vísa til, at hítin og vitan um hítina var alneyðug, tí hon var at líkna við bjargingarvest, sum vit nú góvu børnunum - ikki fyri at tey skuldu leypa á sjógv, men fyri, - at um tey duttu á sjógv - so skuldu tey ikki drukna. Foreldur leikaði í yvir, at eg - sum lærari skuldi uppfordra ungdómini til sex - og at tað var bæði óetisk og ókristeligt og bla.bla.bla.

Hesu høgrakristnu vistu væl frá teimum sjálvum og mongum øðrum, at sex áðrenn hjúnarbandið hevði verið og var vanligt, so fleiri skiltu, at eisini í hesum málinum snúi tað seg ikki um sjálvt málið, um at verja tey ungu, sum 'duttu' í, tað var fullkomuliga undirornað, nei, tað snúi seg um  høgrareligiøsa markering fyri at fáa atkvøður til at fremja høgrapolitiskar atgerðir fyri teimum múgvandi móti teimum smáu. So forbanna gali vóru og eru hesu seksultperverterraðu álopini, sum framd vera í Guðs navni. Er tað møguligt at søkka djypri? Vit onnur kunnu bert biði Guð um at fyrigeva teimum, tí tey vita ikki hvat tey gera, ella hvussu stóran skaða tey gera serliga fyri tey smáu og útsettu í samfelagnum.

Eg minnist, at Signar Hansen (nú á Brúnni) løgtingsmaður skrivaði eina verjugrein fyri sjónarmiðum mínum og segði m.a., at eg ikki vildi lokka nakran til nakað, men eg bert vildi vísa á verjumøguleikar fyri tey, ið vit vistu fóru at detta útí reint seksuelt. Og eg minnist, at eg eina stund varð ørkymlaður yvir, at hetta skuldi vera neyðugt, men so við og við fataði eg - eftir smá 20 ár í útlegd - at eg var komin heim aftur og var havnaður, har ið høgrareligiøs suppa við innantómum høvdum og við longum peikifingrum var hvønndagskostur. So nú var bert at velja, um suppan skuldi etast, ella vit og skil skuldi fasthaldast. Eg valdi tað síðsta, og tað havi eg ongantíð angrað, sjálvt um ágangurin at fáa meg at eta av suppini til tíðir hevur stungið fjesið fram í ymsum formum.

AIDS-málið reyk upp á hægstu rók, men lendi - Guð ske lov - bleytt eftir at tey høgrareligiøsu høvdu hoyrt søguna um kong David - ættarfaðir Jesus - sum - hóast hann hevði um 100 konur - eftir at hava sæð Batsebu nakna í bað, bleiv so seksuelt hugtikin av hennara yndi, at hann sendi boð eftir henni í stundini og gjørdi hana upp á vegin. Hetta kunnu vist øll heteroseksuel mannfólk skilja -og mong konufólk við. At hugurin tekur yvir. Men tað sum verri er at skilja er tann dupulta svikagerðin , sum hann leggur tilrættis. Fyrst at kalla Urias heim úr krígnum og við ymsum snildum at lokka hann heim til Batseba, so teirra seksuellu aktivitetir skuldu frítaka David fyri gerðirnar, soleiðis at Urias ikki skuldi vita betur, enn hann sjálvur var pápin.

Og so kanska tað ringasta av øllum, at Urias sum fyri alt í verðini vildi verja David í krígsstøðuni, sum teir vóru í, og tí ikki vil fara til sína elskaðu Batseba, men heldur sova nær Davidi, at David - í hesu støðu - skrivar deyðadómin yvir Urias og gevur Uriasi hann, so hann aftur kann fara á hermóti og geva herleiðaranum nevndu boð: Set Urias har í stríðið leikar harðast á, so hann kann fella. Hvat siga tit.? Eg fái tár í eyguni yvir, at David onga náði vísti. Soleiðis kunnu allar allar størstu menn í Bíbliuni eisini vera.

Og Jesus skuldi føðast í Davids býi, tí hann var av Davids ætt. Og dreymur jødanna var, at Messias skuldi ikki bara vera av Davids ætt, men at hann skuldi gera Ísrael líka so stórt, sum tað var, meðan David var kongur.

Men tá jødarnir sóu, at tann profetiin ikki gekk út, vrakaðu og krossfestu teir hann. Og flestu jødar góðtaka heldur ikki dagin í dag, at Jesus er Guðs sonur. Soleiðis kann tað eisini ganga, óansæð hvat høgrareligiøs halda ella siga. Sólin og jørðin snara nú einaferð ikki rundan um tey, og sannleikin hevur nógvar aðrar røtur, enn tey nakrantíuð hava givið sær far um. Munnu tey nakrantíð hava filosoferað yvir útsøgnina: Uttan at tit verða sum børnini, koma tit als ikki inn í Guðs ríki. Ella hví tað dubulta kærleiksboðið er hornasteinurin ella hægsta boðið í kristinboðskapinum.

Annars mann tað vera sera trupult at halda seg 'på dydens smalle vej' tá talan er um sex, tí tað stendur eisini skrivað, at tað at dríva hor ikki einans er við fysiskum sexuellum aktiviteti, men nokk er at girnast kvinnu í tonkunum, og hvør mann vera tann, ið ongantíð hevur havt seksuellar tankar um kvinnu - ella umvent- , ið annar kanska eigur . Tað lysti meg at frætt, tí ein tílíkur føroyingur átti ikki at vera grivin, tá hann ella hon doyr, men átti at verið balsameraður og settur á Tinghúsvøllin við síðuna av R.C. Effersøe.

Tí sjálvt prestarnir fingu - fyrr í tíðini, so leingi teir kundu - billað fólkið inn, at barnið í móðurlívið fór at líkjast tí manni, sum mamman møtti, akkurát tá barnið var 8 vikur gamalt. Og ofta hoyrdust hesar barnakonurnar fortelja tí heimvenda manninum, at tær høvdu møtt presti júst í tí løtu, barnið var 8 vikur gamalt. Og so var frøi og gaman, tí prestur var í høgum metum, tá í tíðina, ja, hann var næstur Várharra. Soleiðis kundi tað eisini ganga.

Og hvat mann høgrafalangsan siga, tá tað verður próvfast, at AIDS er framleitt í "Guðs egna landi" av høgraheykum ætlað til biologiska kríggsførslu. Tey hevdaðu annars, at AIDS var Guðs straffur fyri førda siðloysi. Ein eklatant háan og misteinkiliggeran av okkara góða Guði, at hann skal og skuldi standa aftan fyri hesa ræðuligu sótt. Har mann lítið og onki álit vera á Jahve, ella eisini skilir mann ikki ímillum Guð og Fanan, og at AIDS er fanansskapur, sum eftir øllum sólarmerkjum higartil er blivið til av hansara trúføstu høgravendu sokallaðu tilhengarum. Tað burdi kunnað verið at skilt sjálvt hjá kristiligum analfabetum.

Men problemið er allarhelst ikki, at tey ikki skilja hetta, men tað, at tey sjálvi vilja brúka møguleikan at forfylgja og niðurgera onnur, sum ikki einans gerast sjúk, men eisini skulu plágast við tí, at tey sjálv hava verið úti um tað, og at tey tí hava fingið Guðs straf. ER tað ikki heilt forbannað, at sokallaði kristin skulu kunnu vera so ónd?

Fyri mongum árum síðani hoyrdi eg, at særdir úlvar vórða álopnir og dripnir av teimum frísku. Í fyrsta umfari kann mann undrast yvir, at so er. Men við nærri umhugsan, so tyktist tað at vera sera normalt, tí sjálvt menniskju yvirfalla og niðurgera tey, ið eru ørvísi. Tey eru úlvum lík. Menniskja hevur í so máta úlvalyndi, men kann við góðum foreldrum og sonnum kærleiksfullum kristnari uppaling fáa eitt ljóst og kærleiksfult sinnalag. Og hesu fólkini skara framúr og kunnu kallast Heimsins ljós. Tað eru hesu sum ofta , geva teimum treingjandi bæði kærleika og eina hjálpandi hond. Hetta eru Guðs børn. Gerningarnir vísa, hvør tey eru.

Hinvegin hava vit 'úlvarnar', ið varðveita úlvalyndi, men lata seg í seyðaskinn. Teir eru glúbskir og vandamiklir yvirhøvur. Teir kúga onnur, teir brúka onnur eftir teirra egna tørvi, teir stempla tey, ið eru ørvísi, soleiðis at hesu mugu rýma av landinum, ella sita sálarliga avbyrgd í onkrum kamari ella hjallara og royna at berja seg burtur úr skuldarkensluni, sum hesir høgravendu religiøsu og politisku úlvarnir hava borðreitt við sum Guðs egna sannleika.

Hetta er ræðuligt fyri tey mongu, ið fáa lortaspannina oman yvir seg, serveraða í Guðs navni. Her er einki at gera, uttan at skræða seyðaskinnið av hesum fanansbesettu úlvunum og vísa teir fram í fullum ljósið, so øll - eisini tey allarminstu, ið hoyra Honum til, við egnum eygum kunnu síggja eyguni, klørnar og tenninar og fáa fullan sannleikan um rovdjórið, ið livir av at eta mannasálir, meðan tað útgevur seg fyri eitt fitt og óskaðiligt lamb. Sjálvt børnini fara tá at minnast fyribrigdi 'úlvur í seyðaskinni' og kunnu lata síni egnu børn og barnabørn fáa hesa vitan, soleiðis at skaðin av úlvunum bæði nú og í framtíðini gerst minimalur.

Men tað er eisini ein háan av Guðs skaparaverki, tá tey høgravendu ikki góðtaka tey, ið Guð hevur skapt øðrvísi t.d. við aðrari seksullari orientering enn fjøldin hevur. Guð hevur skapt tey, soleiðis sum tey eru, og okkum onnur, sum vit eru. Og Gud sá, at alt var sára gottl. Amen. Og so skuldi tann søgan ikki verið longri.

Og tó. Tey seksuelt øðrvísi orienteraðu biðja ikki um annað enn registrerað partnaraskap við javnrættindum í samfelagnum, soleiðis sum hjún hava. Tey biðja um einki frá teimum religiøsu. Tey biðja einans um javnrættindi eftir verðsligum og demokatiskum princippum. Men upp koma tey mongu høgrareligiøsu sum trøll upp úr eskjum. Tey lukta blóð. Fullkomuliga og heilt aldeilis óforstáiligt, at tað skal skapa slíka øsing, at borgarar heita á landsins leiðslu um at viðtaka nakað, sum átti at verið, og sum eisini er ein sjálvfylgja. Hvar eru vit? Í Iran ella Sudan ella kanska í Langtbortistan. Ja, andaliga sæð eru vit kanska onkunstaðni mitt ímillum hesu og so tey høgraekstremu í Guðs egna landi?

At enda skal eg bert viðmerkja, at eg haldi tað vera undrunarsamt, at vit - við so vælútbúnum guðfrøðingum - finna so fáar, ið gera sær ómak viðat greiða fólki frá tí rætta samanhanginum, men einans fasthalda fólki í fávitsku og fordómum, soleiðis at 'steiningin' fær loyvi at halda áfram, sum sonn kristin læra, meðan næstakærleiki verður gjørdur til tað reina tvætl ella vinstrahalla naivismu.

Í løtuni fara fleiri av okkara einligu mammum svangar til songar við svongum børnum. Hevði tað ikki verið betur at fingið noytt høgrasamgonguna at skipa fyri, at so ikki verður ein dag aftrat.

Tí, sum er, letur høgrakristna samgongan stórar upphæddir til tey, ið frammanundan hava í yvirflóð. Men hvat siga tey vanliga høgrakristnu, ið stuðla og hava valt hesu fólk? Ikki eitt tað einastu orð, tí tey hava ríkiligt sjálvi og hava annars ivaleysa nokk við at at jaga øll tey, ið eru øðrvísi enn tey og forða teimum í teirra sjálvsagda rætti. Hvat slag av kristindómi her er talan um, er fyri mær eitt ókent fyribrigdi, tí tað sær út til at hava nógv meira til felags við fanansskab enn nakað annað.

Annars haldi eg, at fólkakirkjan skjótast tilber eigur at sleppa sær av við teir prestar, ið ikki tvíhalda um sannleikan ímillum at steina, kúga og forfylgja og so dupulta kærleiksboðið. Teir kunnu fáa sær arbeiði í fríkirkjunum, sum heldur enn fegnar vilja taka ímóti teimum við opnum ørmum. Tí tey hava tað á líknandi hátt, sum hon í sanginum, har sungið verður: hon fær ongantíð nokk. Tí tey fáa heldur ongantíð nokk, men í hesum førinum er tað av høgraavsporaðum prædikantum.

Annars mugu vit halda flaggið høgt og hava ljós í lampuni. Aldrin ivast í, at har Harrin er við, har kann eingin vera ímóti. Og annars hvønn dag biðja fyri teimum høgrakristnu, tí tey vita ikki, hvat tey gera.

Dagfinnur Danbjørg.