Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skal landið sleppa at lóggeva seg frá rættinum hjá starvsfólki at fara í verkfall??

Í einum verkfalli eiga allir limir í einum fakfelag hava møguleikan fyri at fara í verkfall, at vísa sína ónøgd við starvsviðurskifti síni - 100% av limunum.

Føroya Pedagogfelag hevur kortini givið undantøk til, at heili 20% av námsfrøðingunum enn eru til arbeiðis, fyri at tryggja lív og heilsu.

Hóast tað, so hevur tað eydnast Fíggjarmálaráðnum og Almannaverkinum at fáa undantøkini í verkfallinum hjá Føroya Pedagogfelag til viðgerðar í Løgtinginum.

Føroya Pedagogfelagið hevur ikki móttikið áheitan frá Almannaverkinum í dag um fleiri akut undantøk, og Føroya Pedagogfelag hevur í samskifti við limir sínar í dag fingið upplýst, at úti á stovnunum eru tey í fleiri førum yvirmannaði til arbeiðis í dag. Eingin limir í Føroya Pedagogfelag hevur vent sær til okkum, tí tey meta støðuna hættisliga.

Er tað veruligani so illa stætt í okkara landið, at landið sleppur at lóggeva seg frá rættinum hjá starvsfólki at fara í verkfall??

Føroya Pedagogfelag