Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skálafjarðartunnil!

Haldi at løgmaður eigur at loysa Kára P. úr starvi áðrenn hann sleppur at skriva undir og oyðsla meiri pening burtur enn ein Suðuroyartunnil kostar. Og so til útlendingar.

Tá ein eyka túrur um vikuna til Suðuroyar hjá Smyrli kostar eini 10 miljónir árliga kann sigast at ein Suðuroyartunnil er ein sera skilagóð íløga.

Og Eysturoyggin hevur fast samband frammanundan.

Er tað ikki ótrúligt um Føroya Løgting hevur latið einum "tilfeldigum" landsstýrismanni so víðar heimildir?

Hetta er nógv garrvillari enn at gera ein ringveg til Viðareiðis fyri eini 200 miljónir, ella á leið 3/4 miljón fyri hvønn íbúgva.

Har er eisini samband frammanundan.

Vit eiga at fáa væl meiri av samhaldsfesti.

Eisini á samferðsluleiðunum.

Hanus Vang