Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skálafjørðurin best egnaður til framtíðar oljuhavn

”Tað var neyvan av tilvild, at Tróndur í Gøtu brúkti fjørðin sum sína skipahavn, og at bretar valdu sær Skálafjørðin sum herflotahavn undir heimskrígnum seinra. Tá var hann tann føroyski Scapa Flógvi.

Og í dag er alt, sum talar fyri hesum sama. Vinnuliga upplandið er tað sterkasta og mest fjølbrigdaða í landinum, og harvið standa allar neyðugar tænastur við hurðina hjá eini komandi nýggjari oljuveitingarhavn,” sigur Tórbjørn Jacobsen, havnameistari í Runavík í samrøðu, nú bíðað verður eftir úrslitinum av teirri áttandu boringini á landgrunninum.

Meira at lesa: http://portofrunavik.fo/default.asp?page=3&id=44&menu=0&index=1

Kelda: www.portofrunavik.fo