Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skálkur letur upp nýggjan handil, og hann er altíð opin

Skalkur.fo er ivaleyst Føroya størsti handil við klædna og brúksvørum. Handilin er opin 24 tímar um samdøgrið, og keypir tú áðrenn kl. 10 gerandisdag, verður vøran leverað sama dag í flestu støðum.

Tíðindaskriv

Skálkur samtakið fevnir um sjey handlar í Havn og ein í Runavík. Allir virka innan klæðir og brúksvørur, so sum Inspiratión, Skálkur, Skálkur Man, Sportigan, Gellan, Name It og Jack & Jones. Í dag lata vit upp enn ein handil, ið verður nógv tann størsti í samtakinum við ikki færri enn 2.700 ymiskum vørum.

Nethandilin skalkur.fo hevur savnað handlarnar Skálk, Gelluna, Skálk Man, Sportigan og Inspiratión, og tú fært sum kundi beinleiðis samband við okkara vørugoymslu, sama um tú ert í Hoyvík ella á Trøllanesi.

Nú handilin letur upp, eru Inspiratión, Skálkur, Skálkur Man, Sportigan og Gellan partur av skalkur.fo. Í næstum koma eisini Jack & Jones og Name It við, og tað er ikki óhugsandi, at aðrir handlar koma við seinni.

Vøruna sama dag

Í samstarvi við Posta kunnu vit tryggja, at verður vøran bíløgd áðrenn kl. 10 gerandisdag, so verður hon borin út sama dag í størsta partinum av landinum. Í Suðuroy, Skúvoy, Hesti, Mykinesi, Fugloy og Svínoy verður hon borin út í seinasta lagi dagin eftir.

Hetta gevur eitt nú føroyingum í útoyggj og í bygdum við fáum ella ongum handlum møguleikan at fara til handils í heima við hús. Tey, ið ikki hava tíð at fara til handils og mangla t.d. eitt slips ella einar nylonsokkar í eini skjótari vending, kunnu fáa tað borið til dyrnar ella arbeiðsplássið.

Send eina gávu

Umframt vanliga nethandilin við stórum úrvali, hava vit eisini gávuhandilin, har til ber at keypa gávuna til føðingardagin, ið tú ikki fært farið í, fótbóltin, ið sonurin manglar til fótbóltsvenjingina nú seinnapartin, ella okkurt annað til ein, ið tú hugsar um.

Gott 22.000 føroyingar búgva í Danmark, og um allan heim munnu teir ivalayst vera útvið 30.000. Fyri hesar er Gávan hjá Skálki ein góður máti at keypa føðingardags- og jólagávur til tey kæru heima í Føroyum. Her slepst undan bíðirøðum á posthúsinum, dýrum pakkagjøldum úr útlandinum, og gávan verður útborin beinanvegin.

Álítandi skipan

Nethandilin er mentur av Nav Partner og hevur beinleiðis samband við goymsluskipanirnar hjá handlunum. Sostatt fært tú beinanvegin boð, um vøran ikki er á goymslu, og tú sleppur undan teimum seinkingum, ið kunnu standast av tí.

Føroyingar seta krøv til nethandil

Nethandil hevur seinastu nógvu árini verið spáddur at gerast tað heilt stóra í Føroyum, tó uttan at vera blivin tað.

Rundan um okkum síggja vit nethandlarnar blóma, men tollspurningar, leveringstíð og manglandi álit á veitarar, ið tú ikki kennir, hava avmarkað vøksturin í Føroyum. Tó keypa fólk bæði flogferðaseðlar, talutíð og appir í stórum mongdum í nethandlum, sum tey hava álit á.

Vit umboða eina røð av handlum, ið fólk kenna og líta á. Okkara vørur eru longu tollavgreiddar, og leveringstíðin er sera stutt. Tí eru vit sannførd um, at hetta er ein handil, ið føroyingar fara at taka til sín.

Vælkomin á skalkur.fo. Starvsfólk okkara standa og bíða eftir tær.