Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Samlaða prosjektið um víðkan av Skansabryggjuni og Eystara havnaøki kemur fyri á eykabýráðsfundi í kvøld.

Í oktober í fjør varð avgjørt at bjóða tveimum feløgum og fýra samtøkum møguleika at bjóða uppá arbeiðið. Uppskotið varð nakað tillagað eftir fráboðan frá Yvirfriðingarnevndini. Lisitatiónin var 22. mars 2016, fimm tilboð komu inn. J & K Petersen áttu lægsta boðið uppá slakar 387 miljónir.

Kommunan hevur gjørt avtalu við Búnaðarstovuna um keyp av sløkum 92.000 fermetrum av lendi á Glyvursnesi til gróttøku. Vegur verður gjørdur til grótbrotið, sum aftaná er ogn hjá kommununi og tøkt til onnur endamál.

Samlaði kostaðurin fyri alla ætlanina liggur um 465 miljónir. Arbeiðið verður fíggjað av íløgum hjá Tórshavnar havn fyri í ár og trý ár fram og við lántøku.

Bygginevndin og havnameistarin mæla til at játta 465 miljónir av íløgum fyri Tórshavnar havn, at taka av tilboðnum frá J & K Petersen, at gera byggisáttmála, og at taka undir við uppskoti um avtalu við Búnaðarstovuna og bóndan um lendið á Glyvirsnesi.

Havnameistarin mælir til at gera lániavtalu um 250 miljónir við fastari rentu og 50 miljónir við variablari rentu. Lánini verða avdrigin yvir 20 ár.

Ein meiriluti í vinnunevndini tók 1. august undir við tilmælinum. Í dag kemur málið so fyri fíggjarnevndina og verður lagt fyri býráðið á eykabýráðsfundi í kvøld kl 20.