Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skansabryggjan verður nú veruleiki

Fyrireikingin við at víðka um Skansabryggjuna og Eystara havnaøki við uml. 163.000 m2 og eini atløgusíðu uppá uml. 700 m, er nú komin so væl áleiðis, at B1-havnaøki í almennu byggisamtyktini verður víðkað.

Umhvørvisárinskanning fyri útbyggingina er send Umhvørvisstovuni til góðkenningar, modelroynd og aldusimuleringar eru gjørdar á DHI og Yvirfriðingarnevndin hevur játtað útbyggingini.

Málið varð samtykt í gjárkvøldið við 12 atkvøðum fyri og ongari ímóti.