Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skattainntøkur landsins aftur eftir hælið

                           2010             2011             2012                2013

Skattainntøkur 1.474,713     1.505,290     1.443,896         604.046

So kann ein og hvør spyrja seg sjálvan, hvussu tað kann bera til, at inntøkur landsins stagnerað, samstundis sum vit fáa milliardainntøkur, og eina rúgvu av arbeiðsplássum í samband við uppisjóarvinnuna, og alivinnan hevur ongantíð skapt so nógv arbeiðspláss sum nú.

Tann mest einfalda orsøk er helst hon, at henda samgonga sum eitt tað fyrsta hon barslaði við aftaná seinasta løgtingsval, var at skatta framtíðarpensiónir. Ikki tí, varð henda kvarta milliard teir beinleiðis "stjæla" á hvørjum ári frá framtíðar pensionistum, komið nútíðarpensionistum tilgóðar, so høvdu okkara pensionistar ikki verið komin í tí vanlukkuligu og mannminkandi støðu, tey eru komin í. Í staðin fyri so verður henda kvarta milliardin latin í skattalætta, hjá tí inntøkubólki í hevur ráð at gjalda skatt.

Sjálvt um avvarðandi og nývalda Eldraráðið siga, at støðan er ótolandi bæði hjá okkara pensionistum, eins og tey sum sum starvast innan eldraøki, so dugur Løgmaður ikki at síggja nakran trupuleika innan eldraøki. Sum hann sær tað, so er tað okkurt hissini ellis og røktarheim, sum ikki hava hildið seg til sína játtan. Tí sær hann ikki nakra orsøk til at kalla løgtingi saman, hesum viðvikjandi Men sum vit øll hava funnið út av, so livur okkara løgmaður í eini dreymaverð, eins og hann livur sítt politiska lív, saman við Fólkaflokkinum, uttan at geva sær far um, at hann politiskt er sambandsmaður.

Nú er so Sambandsflokkurin vaknaður við kaldan dreym, og fyrrverandi landsstyriskvinna Sambandsflokkin sær seg noyddan, at traðka fram í fjølmiðlunum í dag. Her viðurkennur hon, at Sambandsflokkurin er noyddur at hvessa sær profilin, innan eldraøki, har flokkurin hevur verið alt ov lítið sjónligur.

Men tað verður helst ein tungur burður hjá manningini, at fáa teirra løgmann út úr fólkaflokksholini. Ja, ein hevði als ikki verið kløkkur, um sitandi Løgmaður aftaná næsta løgtingsval, gjørdist valevni hjá Fólkaflokkinum í staðin fyr valevnii Sambandsflokksins.

Undir øllum umstøðum, so eigur Rósa Samuelsen rós fyri, at hon alment traðkar fram, og óbeinleiðis viðgongur, at tann ultra høgra politikkur ið hevur verið førdur í hesi samgongu, hann skal steðgast her og nú.

Nú fáa vit at síggja, um tingmanning Sambandsflokksins megnar at steðga tí politikki, sum hennara formaður hevur gjørt seg til talsmann fyri. Eftir tí virksemi sum hevur verið, og er í løtuni, so áttu skattainntøkur landsins at tátta út í móti 2 milliardum. Tó at meginpartur av fiskavirkisvinnuni saman við fiskiflotanum lá still, teir fyrstu 2-3 mánaðar av 2011, so vóru skattainntøkurnar í 2012 minni enn í 2011.

500 nýggj arbeiðaspláss eru komin afturat, men samstundis er skattainntøkur landsins minkaðar, ella standa í stað. Tað skal loysa seg at arbeiða varð sagt. Eitt veit eg, at tann dagin eingin skal gjalda skatt, tá verða tað ikki bert pensionistarnir, ið verða við sviðið soð.

Samstundis tekur sitandi samgonga 200-250 milliónir krónur inn á hvørjum árið, frá komandi pensionistum,til at gjalda ein skattalætta fyri.

So tann dagin hesir koma í pensiónsaldur, verður støðan uppaftur verri enn hon er í dag. Tí teirra skattakrónur eru langt síðan brúktar, av teimun ultrahøgru politikkarnum, væl hjálptir av einum Sambandsflokki, sum als ongan sosialan profil hevur havt, síðan teirra formaður gjørdist størsti stuðul Fólkaflokksin í nýggjari tíð.

Frank Davidsen