Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skattainntøkurnar higartil í ár á sama støði sum í fjør

Nú fyrsti ársfjórðingur er farin afturum, kunnu vit staðfesta, at skattinntøkurnar higartil í ár eru á nøkulunda sama støði sum í fjør og nakað lægri enn roknað verður við í fíggjarætlan býráðsins fyri 2012, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri.

- Árið 2011 var eyðkent av einari støðugari framgongd í inntøkunum og virkseminum í samfelagnum, og hetta er grundin til, at býráðið í síni fíggjarætlan fyri 2012 roknar við eitt sindur størri inntøkum enn í fjør, sigur borgarstjórin, sum júst hevur fingið tølini fyri skattainntøkurnar í mars mánað og harvið í eisini fyri allan fyrsta ársfjórðing í 2012.

- Vit kunnu tí ikki annað enn fegnast um, at árið higartil í 2012 er á sama góða støði, sum 2011, tí árið í fjør var eitt gott inntøkuár hjá kommununi. Samstundis kunnu vit staðfesta, at gongdin við støðugum vøkstri, sum eyðkendi 2011, ikki er heilt tann sama í hesum árinum.

- Vit vita av royndum frá undanfarnum árum, at tá ið skattainntøkurnar fyri fyrsta ársfjórðing eru staðfestar, so vísir tað seg aloftast, at støðið fyri restina av árinum er lagt, so um henda gongd verður tann sama í ár, so hava vit longu eina ábending um, hvar á leið inntøkurnar fyri alt 2012 verða.

Í fíggjarætlanini, sum Klaksvíkar Býráð hevur samtykt fyri 2012, verður roknað við einari mánaðarligari inntøku á umleið 11,9 mió. kr., og út frá gongdini higartil kann í ár roknast við einari miðalinntøku pr. mánað, sum er á leið 260-túsund lægri enn roknað verður við í fíggjarætlanini.

- Hetta er ikki ein trupulleiki, tí hetta eru framvegis sera góðar inntøkur, men givið er, at vit í fíggjarstýringini av kommununi fara at taka støði í inntøkunum, so hvørt sum hesar verða staðfestar, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri, ið fegnast um tað nógva vinnuliga virksemi í kommununi.