Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skattalækking og munandi íløgur

Jógvan Arge, býráðslimur fyri Tjóðveldi:

Hóast skattaprosentið í Havn lækkar 0,5 prosent og barnafrádrátturin verður tann størsti í Føroyum við 8000 kríonum fyri barnið undir 18 ár, so megnar Tórshavnar kommuna at fremja stórar íløgur í 2013.

Beinleiðis játtaðar til íløgur næsta ár verða 107 mió krónur, men haraftrat verða góðar upphæddir fluttar fram frá farnum árum. Hesar íløgur hevur ikki enn eydnast at fremja, tí tær hava verið seinkaðar av ymsum orsøkum, men nú verða tær aktuellar.

Her er ein samandráttur um, hvat er tøkt til kommunalar íløgur í Tórshavnar kommunu næsta ár.

 Ferðsla, miðbýur og renovasjón

Brúgvin um Sandá við vegastubbum og rundkoyringum við báðar endarnar hevur 35 mió tøkar frá nú av og árið 2013 út. Ítøkiliga verða játtaðar 25 mió kr fyri árið 2013. 10 mió kr eru játtaðar áður. Arbeiðið er boðið út.

Sundsvegurin frá Óluvugøtu oman til Tórsbreyt verður dagførdur. Bæði til at fáa ferðsluna at ganga betur og føra fjarhitaleiðingar oman í Gundadal. Til endamálið verða játtaðar 6,0 mió kr í 2013.

Arbeiðnum við Miðbýarætlanum verða játtaðar 2,0 mió krónur av nýggjum peningi. Tilsamans verða tá 6,4 mió krónur tøkar til endamálið.

Til renovatión verða játtaðar 10 mió kr. Tøka játtanin í 2013 verður 23 mió kr. Peningurin fer eitt nú til at skifta ketil á Brennistøðini á Hjalla.

Mentan og ítróttur

Hesaferð verða játtaðar 1,3 mio kr til nýggjan Musikkskúla. Framman undan standa 11,8 mió til ætlanina. Her eru sostatt 13,1 mió tøkar at arbeiða fyri í 2013. Projekteringin fer at taka meginpartin av einum ári og so verður sett á jørðarbeiðið.

Svimjihøllini við 50 metra hyli verða hesaferð játtaðar 5,0. Tilsamans verða tá 9,6 mió at arbeiða fyri í 2013, tí 4,6 mió eru tøkar frá hesum árinum.

Reinsarínum, spælistaðnum til tónleik, verða játtaðar 3,0 mió kr, sum koma aftrat 2,1 mió, ið eru tøkar frá farnum árum. Tilsamans kann har arbeiðast fyri 5,1 mió frá nú av og árið 2013 út.

Tórsvølli verða í 2013 játtaðar 10 mió kr. Hetta er liður í dagføringini av tjóðarvøllinum, sum farið varð undir í 2011 og 2012 saman við Fótbóltssambandi Føroya, ið fíggjar ein munandi part.

Fótbóltsvølli í Hoyvík verða játtaðar 1 mió kr, so nú eru tøkar 2,2 mió kr. Fyrsta takið er at avgera, hvar hann skal verða.

Ítróttarhallirnar

Høllini á Hálsi verða játtaðar 10 mió krónur til umvælingar. Størsta stigið har er í hesum umfarinum at skifta takið.

Hoyvíkshøllini verða játtaðar 2,5 mió kr til at gera nýbygningin fram úr høllini lidnan í komandi ári.

Til høllina í Kollafirði standa enn sum áður 3,0 mió krónur tøkar til innrætting av ymsum rúmum í forbygninginum.

Skúlar og barnaansing

Ætlanini at byggja nýggjan fólkaskúla í Vesturbýnum verða játtaðar 2,0 mió aftrat 3,0 mió, sum eru játtaðar frammanundan. Tilsamans verða 5,0 kr at arbeiða fyri 2013.

Hoyvíkar skúla verða játtaðar 2,0 mió til bráðneyðugar umvælingar. Hetta er fyrsta íløgujáttanin til umfevnandi dagføring av Hoyvíkar skúla.

Eysturskúlanum verða játtaðar 2,0 mió til dagføringar. Har eru 16,6 mió tøkar. Har kann arbeiðast fyri 18,6 mió tað, sum eftir er av hesum árinum og næsta ár. Tá verður dagføringin liðug.

Barnagarðinum Birkilund verða játtaðar 3,0 mió kr. Har eru frammaundan játtaðar 3,0 mió kr. Tøkar eru 6,0 mió í 2013. Arbeitt verður eisini við loysnum fyri barnagarð í Kollafirði.

Undirstøðukervið

Til kirkjugarðar eru tøkar 6,8 mió. Ítøkiligar ætlanir eru um at víðka krikjugarðin í Kaldbak og staðseta kirkjugarð í Hoyvík. Kirkjugarðurin við Velbastaðvegin verður alsamt víðkaður.

Játtaðar verða 6 mió kr til at halda fram at dagføra kloakkirnar í allari kommununi. Tá verða 12 mió kr tøkar til endamálið. Til íløgur í vatnveiting eru tøkar 4,4 mió kr.

Ymsar játtanir: Súkklubreytir 1 mió kr. frílendisgøtur 1 mió kr, frílendi í Hoydølum og náttúruupplivingar 1,5 mió, nýggj sparandi gøtuljós 1 mió, parkering Yviri við Strond 1,5 og steðgipláss til bussar í Kaldbak og Kollafirði 2,0 mió kr.