Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skattalætti til láglønt og barnafamiljur

Eitt aðalmál hjá Fólkaflokkinum er at gera lívið lættari og betri hjá barnafamiljum og hjá fólki við lægri og miðal inntøkum.

Kommunuskatturin rakar barnafamiljur og láglønt ov hart, og hetta skal broytast.

Barnakekk á 10.000 kr

Verandi barnafrádráttur virkar soleiðis, at foreldur at børnum gjalda 5.500 kr minni í kommunuskatti um árið pr. barn.

Fólkaflokkurin ynskir at broyta hetta til ein barnakekk, sum verður útgoldin hvønn ársfjórðing. Eisini ynskir Fólkaflokkurin at hækkað upphæddina úr 5.500 kr upp í 10.000 kr.

Sostatt hevði ein familja við t.d. 2 børnum fingið útgoldið 20.000 kr um árið frá kommununi.

Fólkaflokkurin vil virka fyri, at landið eisini hækkar sín barnafrádrátt og rindar hann út sum barnakekk, soleiðis at samlaða útgjaldið verður 33.000 kr ella meir til somu barnafamilju við 2 børnum.

Hækka botnfrádráttin 10.000 kr

Tórshavnar Kommuna krevur miðalinntøkur eftir umleið 20% meira í skatti enn landið ger.

Hetta vil Fólkaflokkurin broyta við at hækka skattafría botnfrádráttin úr 30.000 kr upp í 40.000 kr og síðan miðvíst upp í 65.000 kr.

Styrkja familjurnar og steðga fráflyting

Fólkafloksins skattalætti fer at geva ein stóran bata, sum veruliga merkist hjá vanligu familjunum í miðstaðnum.** Vónandi kann hetta økja trivnaðin og steðga fráflyting.

Miðstaðurin tekur upp kappingina um barnafamiljurnar við stórbýirnar rundan um okkum.

Tórshavn skal blíva eitt spennandi stað hjá børnum og teirra foreldrum.

Fígging

Barnakekkurin og skattafríi botnfrátturin verða fíggjaðir við tí 1%, sum verður frígivið, tá Boðanesheimið er liðugt, og við tí inntøkuvøkstri sum rennur inn í kommukassan av økta virkseminum í landinum.

Havnar Framburðsfelag