Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skatting av eftirløn, tá hon verður inngoldin

Politisku flokkarnar , sum eru í samgongusamráðingum, Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava vent sær til Fíggjarmálaráðið og pensjónsnýskipanar-arbeiðsbólkin við uppskoti um, at skattur skal gjaldast av eftirløn, tá hon verður inngoldin, til stuttorðað ummæli. Skotbráið til hesa viðgerð hevur verið sera stutt.

Atli Suni Leo úr Fíggjarmálaráðnum og Kári Petersen úr pensjónsnýskipanarbólkinum hava 7. november verið á fundum við politisku flokkarnar í samgongusamráðingum. Miðað hevur verið ímóti at fáa svarað sum flest av teim spurningum, sum vóru reistir á hesum fundum. Somuleiðis eru tær upplýsingar, sum komu fram á fundunum tiknar við í metingarnar av skattainntøkunum.

Inngangur.

Verandi eftirlønarskattaskipan byggir á, at eftirlønarinngjøld ikki verða skattað, tá tey verða inngoldin. Eftirlønaruppsparingin verður tí skattað, tá hon kemur til útgjaldingar.

Arbeiðsbólkurin er biðin um at ummæla uppskot um, at skipanin verður broytt soleiðis, at eftirlønarinngjøld verða skattað, tá tey verða inngoldin, og at eftirlønin ikki verður skattað, tá hon verður útgoldin.

Arbeiðsbólkurin skal stutt greiða frá fyrimunum og vansum av at gera omanfyrinevndu umlegging.

Hvørjar skipanir hava onnur lond ?

Flestu ES lond hava skipan har:

1. Skattafrádráttur verður veittur við inngjald

2. Avkastið verður ikki skattað

3. Útgjaldið verður skattað

Tó verður avkastið skattað í Danmark, Svøríki og Italia. (Kelda: Nicholas Barr og Peter Diamond, Pension Reform - a Short Guide, Oxford University Press 2010) Hví verður skattafrádráttur veittur, tá goldið verður inn til eftirløn ?

1. Skattafrádráttur motiverar til uppsparing.

2. Inngjald til uppsparing minkar tøku inntøkuna.

3. Útseting av skattinum hjálpir ríkiskassunum (landskassanum), við tað at hann fær eitt munandi størri skattagrundarlag, tá eftirlønirnar koma til skattingar, so hvørt sum talið av eldri fólki veksur.

Hesar tríggjar grundgevingar eru tær týdningarmestu, og verða nevndar lærubókum í eftirlønarbúskapi. (Kelda: Nicholas Barr og Peter Diamond, Pension Reform – a Short Guide, Oxford University Press 2010.)

Ein høvuðsfyrimunur av at skatta við útgjald, er sostatt, at stóru árgangirnir av eldri fólki fíggja ein stóran part av vaksandi fólkapensjóns- og eldrarøktarútreiðslunum við skattinum og mótrokningini av teirra egnu uppspardu eftirløn.

Skattainntøkur av uppskotinum.

Inngjøld til eftirløn og tryggingar verða leysliga mett til umleið 550-600 mió. kr. árliga. Verður talið sett til 570 mió. kr., so kann roknast við at um 1/3, ella umleið 190 mió. kr. verður goldin til tryggingar, meðan um 2/3, t.e. umleið 380 mió. kr. verða goldnar til eftirlønarskipanir.

Á fundunum við politisku flokkarnar varð upplýst, at støði var tikið í, at skattaprosentið skal vera um 40 prosent.

40 prosent í skatti av 380 mió. kr. verður 152 mió. kr.

Víst skal vera á, at við verandi skipan vera skattainntøkur av eftirløn býttar millum land og kommunur.

Verður pensjónsnýskipanin samtykt, fara eftirlønarinngjøldini at veksa upp í 800 mió. kr. tey næstu 10 árini. Skattainntøkan fer sostatt at veksa úr umleið 150 mió. kr. árliga upp í 320 mió. kr. árliga.

Á fundunum við politisku flokkarnar varð komið inn á, um møguligt eisini er at skatta inngjøld til tryggingar, og at gera tryggingargjøld skattafrí við útgjald. Víst varð á, at verður samlaða upphæddin, sum verður inngoldin til eftirløn og til tryggingar skattað, so verður skattainntøkan við 40 % skatti um 228 mió. kr.

Skal landskassin skatta inngjøld til tryggingar, t. d. lívstryggingar og óarbeiðsføristryggingar, so fer landsstýrið inn í eina langsiktaða privatrættarliga avtalu, har tryggingarfelagið og borgarin hava gjørt eina avtalu við støði í galdandi lóggávu, har inngjøld ikki verða skattað, meðan útgjald verður skattað. Nógvir borgarar hava longu goldið inn í nógv ár undir verandi fyritreytum.

Undirritaðu ynskja ikki at meta um broyting av hesum viðurskiftum er ynskilig ella forsvarlig búskaparliga, men halda at løgfrøðingar eiga fyrst at meta um hetta ber til at gera.** Fíggjarpolitiskt haldføri.

Í uppskotinum til Pensjónsnýskipan 2011 er roknað við, at helvtin av eftirlønaruppsparingini kemur aftur til landskassan sum mótrokning (minkaðar fólkapensjónsútreiðslur) ella sum skattur.

Við verandi skipan, har skattur verður goldin við útgjald av uppsparingini førir ein økt eftirlønaruppsparing til eitt munandi lægri hall á fíggjarlógini í framtíðini. Sí hjálagda rokniark: Eldraútreiðslur, skattur og mótrokning í eftirlønaruppsparing. Í øðrum teigi sæst, at eldraútreiðslurnar fara at veksa við 1,3 mia. kr. fram til 2050.

Í sætta teigi (nettoútreiðsluvøkstur 1) sæst, at verður pensjónsnýskipanin sett í verk, so økist hallið á fíggjarlógini ikki við 1,3 mia. kr. , men “einans” við 900 mió. kr. í mun til um einki verður gjørt.

Í níggjunda teigi (nettoútreiðsluvøkstur 2) sæst, at verða eftirlønargjaldingar skattaðar við inngjald, so økist hallið á fíggjarlógini uppaftur í 1,2 mia. kr. Talvan vísir, at við verandi skipan og við kravdu uppsparingini í pensiónsnýskipanini, so verður ein týðandi partur av eldraútreiðsluvøkstrinum dekkaður av øktum skatti av eftirlønaruppsparingini og mótrokning í fólkapensjónini vegna økta eftirlønarinntøkur.

Skattingin og mótrokningin av eftirlønaruppsparingini er sostatt ein týðandi partur av fíggingini av øktu eldraútreiðslunum í framtíðini.

Verður skattur goldin av eftirlønarinngjøldum, sum í ætlaða uppskotinum, gevur hetta eina munandi meirinntøku til landskassan, og hetta minkar um hallið á fíggjarlógini, í øllum førum tey fyrstu árini. Sum sæst í tíggjunda teigi uppviga inntøkurnar frá ætlaða eftirlønarskattinum vøksturin í eldraútreiðslum í 2020.

Fyri at gera eina forsvarliga meting, um hvussu ætlaði eftirlønarskatturin ávirkar hall landskassans og búskap landsins sum heild uppá longri sikt, má gerast ein størri útrokning og meting, sum bæði byggir á metingar um búskaparvøkstur, demografiskar broytingar og møguliga eisini metingar, um hvussu skatturin ávirkar samlaðu uppsparingina, m.a. tað fyribrigdi, at árliga uppsparingin, sum fer til eftirlønarfeløg og peningastovnar verður um helvtina minni enn í dag.

Undirritaðu halda seg ikki á forsvarligan hátt kunna gera eina slíka samanbering millum verandi skipan og ætlaðu skipanina við stuttum skotbrái.

Insitamentið minkar at gera sjálvbodna eftirlønarskipan.

Við ætlaða uppskotinum er vandi er fyri, at tey, sum sjálvboðin spara upp til eftirløn, fara at spara minni upp. Í fyrsta lagi verður skatturin tikin av eftirlønini við inngjald. Eru so útlit til, at landskassin verður í trongstøðu, tá hesir borgarar gerast pensjónistar, so kunnu tey vænta at verða mótroknað í fólkapensjónini, um tey hava eina góða eftirlønaruppsparing. Vandi er tí fyri at tey gevast sjálvboðin at spara upp til eftirløn, men heldur velja at seta sína fríu uppsparing í aðra fíggjarliga uppsparing, fastognaruppsparing ella aðra uppsparing, sum landskassin ikki kann mótrokna í.

Avkast av eftirlønaruppsparing er skattafrítt, og tískil eru útlit til, at tað kortini vera nøkur, sum velja sjálvboðin at spara upp fyri at fáa henda skattafyrimunin av eftirlønaruppsparingini.

Um pensjónsnýskipanin verður samtykt, má roknast við at samlaða eftirlønaruppsparingin kortini fer at veksa komandi árini orsakað av uppsparingarkravinum í nýggju eftirlønarskattalógini.

Umsitingarlig atlit.

Eftirlønaruppsparingin verður samansett av skattaðum og óskattaðum skipanum. Verður uppskotið framt í verki, fara øll at hava tvær uppsparingar, eina skattaða eftirløn og eina óskattaða. Hetta fer at gera tað neyðugt hjá øllum at hava minst tvey eftirlønardepot. Hetta økir um fyrisitingarliga kostnaðin í eftirlønarfeløgunum og peningastovnunum. Fólk fara heldur ikki at hava so gott innlit í egin eftirlønarviðurskifti, tí tey skulu halda skil á virðinum á skattaðum og óskattaðum eftirlønaruppsparingum.

Um pensjónsnýskipanin verður sett í verk, so er ein fylgja, at fólk fara at fáa tvær uppsparingar-skipanir, eina við gamlari uppsparing eftir verandi reglum, og eina uppsparing við nýggjum reglum.

Um nýggja skattaskipanin verður sett í verk við øðrum byrjanardegi enn pensjónsnýskipanin fara øll tískil at enda við trimum uppsparingarskipanum. Hetta hevði ført til enn størri fyrisitingarkostnað hjá eftirlønarfeløgum og peningastovnum, og at pensjónsuppspararar í enn størri mun høvdu mist innlitið í egin eftirlønarviðurskifti.

Um lagt verður um til ætlaðu skattaskipanina, verður sostatt neyðugt, at hon fær sama byrjanardag sum pensjónsnýskipanin fyri at uppspararar ikki skulu enda við trimum uppsparingarskipanum í part.

Mótroknað verður í fólkapensjónini við bæði skattaðum og óskattaðum útgjaldingum. Verður uppskotið framt í verki, so skal mótroknast í fólkapensjónini við støði í arbeiðsinntøku (sum er skattskyldug), og við støði í óskattaðari eftirløn (sum er skattskyldug), og við støði í skattaðari eftirløn (sum ikki er skattskyldug). Roknast má við, at fólk av hesi orsøk fara at fáa versnandi innlit í egin eftirlønarviðurskifti.

Hjá teimum, sum flyta til Danmarkar í pensjónsárunum kann tað geva trupulleikar, at hava eina skattaða og eina óskattaða eftirløn. Annar er, at danskar skipanir skulu taka atlit til, at skattur longu er goldin av summum eftirlønarinntøkum, og hin er, at danskir almannamyndugleikar skulu taka atlit til, at mótroknast skal í fólkapensjónini bæði við støði í einari skattaðari og einari óskattaðari eftirløn. Tey, ið gjalda til danskar eftirlønarskipanir, mugu hava tvær uppsparingarskipanir. Tey, ið gjalda til danskar eftirlønarskipanir mugu hava tvær eftirlønarskipanir, eina skattaða og eina óskattaða skipan. Donsku eftirlønarfeløgini mugu tí hava tvær skipanir fyri hvønn uppsparara. Undirritaðu hava ikki enn kannað, í hvønn mun hetta kann fara at geva umsitingarligar trupulleikar.

Niðurstøða.

Undirritaðu halda ikki, at tað við stuttum skotbrái ber til at gera eina forsvarliga meting av, hvussu eitt tílíkt uppskot ávirkar fíggjarviðurskifti landsins og landsins búskap sum heild.

Uppskotið leggur seg út í avtalur, sum fleiri túsund borgarar hava gjørt við teirra arbeiðsgevarar og eftirlønarveitarar.

Uppskotið er í stóran mun irreversibult, t. e. avgerðin kann ikki gerast umaftur, um landskassin fyrst hevur tikið peningin inn í skatti, og síðan nýtt hann til økta nýtslu ella lækking av skattum.

Uppskotið broytir avgerðargrundarlagið fyri langsiktaðum íløguavgerðum hjá øllum eftirlønar- uppspararum, og kann tískil føra til, at eftirlønaruppsparingarhugurin ávirkast munandi.

Undirritaðu fara tí staðiliga at mæla frá, at eitt tílíkt uppskot verður framt í verki, uttan so, at fakliga væl grundað lýsing av avleiðingunum verður gjørd fyrst.

Undirritaðu hava bert lýst tey viðurskifti, sum kunnu lýsast við stuttum skotbrái.

Uppskotið økir um fíggjarpolitiska rásarúmið uppá stutt sikt við umleið 150 mió. kr. árliga fyri land og kommunur tilsamans, og uppí umleið 300 mió. kr. ár 2020.

Longri frammi í tíðini, aftaná 2030, missur landskassin 3-400 mió. kr. árliga, av tí at útgoldnað eftirlønaruppsparingin ikki tá kann skattast.

Fyri at finna fram til, í hvønn mun hesin langsiktaði missur kann fáast innanaftur við ætlaða eftirlønarskattinum, er neyðugt at gera eina greining, ið lýsir ávirkanina á fíggjarviðurskifti landsins uppá longri sikt, og sum eisini tekur stóru demografisku forskjótingarnar komandi árini við í metingarnar.

Útreiðslutrýstið á landskassan verður munandi størri í framtíðini, tí útreiðslurnar til fólkapensjón og eldrarøkt og sjúkrarøkt veksa skjótt.

Verandi skattaskipan førir við sær, at vaksandi talið av eldri fólki hava fíggingina við sær við teirra egnu eftirlønaruppsparing.

Ivasamt er hvussu skatting av eftirlønarinngjøldum fer at ávirka fíggjarviðurskifti landsins og búskap landsins uppá longri sikt.

Undirritaðu skulu tí sum nevnt omanfyri, staðiliga mæla frá, at uppskotið verður framt í verki, uttan so, at fakliga væl grundað lýsing av avleiðingunum verður gjørd fyrst.

Tórshavn, 11. november 2011

Pensjónsnýskipanararbeiðsbólkurin

Fíggjarmálaráðið

Kári Petersen

Ina Hammershaimb

Atli Suni Leo