Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skeivt at leggja stovnar saman við Landsverk

Samanlegging 
Ein arbeiðsbólkur hevur gjøgnumgingið stovnin Landsverk og er m.a. komin við nøkrum uppskotum um, hvørjir stovnar kunnu leggjast til Landsverk. Hesi uppskot eru ikki væl undirbygd og tí vil eg gera hesar viðmerkingar.

Slíkar samanleggingar av fleiri stovnum er uttan iva ætlað sum rationaliseringar á økinum, herundir at fremja sparingar og veita eina betri tænastu. 

Men eg má siga, at eg taki ikki undir við hesum samanleggingum, tí eg haldi ikki, at hetta kemur at gagna Landsverk sum stovni og kann í ringasta føri koma at skaða teir stovnar, sum ætlanin er at leggja saman við Landsverk. 

Samanlegging er ikki altíð loysnin, tað vísa royndirnar við samanlegging av Útvarpi og Sjónvarpi, serliga tá fyrireikingarnar ikki eru nøktandi. Vit loysa ongan trupulleika, við at leggja fleiri uppgávur afturat einum stovni, sum møguliga ikki virkar optimalt í forvegin. 

Tær fortreytir, sum skulu verða til staðar í sambandi við samanlegging, sum t.d. uppgávur sum líkjast og felags bygningar og høli, eru ikki til staðar, samstundist sum talan er um heilt ymiskar stovnsmentanir, sum illa ber til at samansjóða. Sostatt er ikki gjørligt at náa nakrar stórrakstrarfyrimunir og synergieffektir við felags leiðslu, felags umsiting, felags kantinu, felags innkeyp o.a.

Landsverk
Partar av Landsverk, virka væl, t.d. kavarudding og gevur borgarunum eina nøktandi tænastu, meðan aðrir partar so sum planlegging og røkt av landsvegunum o.a., eins og ráðgeving, byggileiðsla og byggieftirlit av størri og smærri verkætlanum og øðrum uppgávum, sum stovnurin hevur havt ábyrgdina av, ikki virka nøktandi. 

Fyri mær er verkætlanin, sum Landsverk hevði ætlanir um at fremja móti Skálafjørðinum, um at gera eina 51 metra høga stabbabrúgv tvørtur um Skálafjørðin ræðandi, serliga tá eg hugsi um løtuna, tá oljuboripallurin West Herkules, sum er 128 metrar høgur, kom siglandi inn á Skálafjørðin. 

Nei, vit skulu fyrst finna út av, hvørjar uppgávur verandi Landsverkstovnur skal hava framyvir, áðrenn vit tosa um samanleggingar, og vil eg heilt stutt nevna 2 stovnar.

Strandferðslan
Strandfaraskip Landsins er ein stovnur, sum ikki hevur virkað optimalt hesi seinastu árini, hvørki fíggjarstýring ella tænastur. Men at leggja Strandfaraskip Landsins saman við Landsverk, er ikki uppskriftin uppá eina loysn á trupulleikunum hjá Strandfaraskipum Landsins.

Akstovan
At leggja Akstovuna undir Landsverk eri eg beinleiðis ímóti, tí her hava vit við ein stovn at gera, sum undir teimum givnu fíggjar-, lógar- og kunngerðarkarmunum virkar væl. 

Og við teimum mongu og krevjandi uppgávum, sum stovnurin røkir í dag, er neyðugt at Akstovan virkar og skipar sínar trygdar- og eftirlitsuppgávur skjótt og væl fyri borgaran. 

Ein samanlegging av Landsverk og Akstovuni, sum næstan einki hava til felags, vil fyrst og fremst verða eitt ”haft um beinini” á Akstovuni, umframt at verða darvandi fyri virksemið hjá Akstovuni framyvir, og tað ynski eg ikki skal henda fyri tær tænastur, sum stovnurin veitir borgarunum. 

Alfred Olsen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og formaður í Vinnunevndini