Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skelkandi karusellmanipulatión

Nú er tað ikki nóg mikið, at Fiskimálaráðið bara viðgerð innsendar umsóknir. Ístaðin fyri sendir Fiskimálaráðið ávísum sakførarum og reiðarum eitt handrit, har Fiskimálaráðið leggur teimum lag á, hvussu sleppast kann framat rættindum, sum ráðið sjálvt hevur tillutað øðrum.

Tað er ræðandi, at tað er komið hartil, at sjálvt løgfrøðingar í býnum ikki síggja seg førar fyri, at ráðgeva sínum klientum í hvussu fram skal farast, og tí mugu fáa hjálp frá ráðgevum í Fiskimálaráðnum.

Nú er tað komið hartil, at sami ráðgevi, sum í 25 punktum greiðir advokatum í býnum frá, hvussu umsóknirnar skulu orðast fyri at Fiskimálaráðið kann stigbenda lógina, soleiðis at umsóknirnar kunnu játtast.

Eftirfylgjandi er tað sama starvsfólk, sum viðger og játtar allar innsendar umsóknir. Ein kann næstan samanlíkna hesi viðurskifti við tey tiltiknu skuffufeløgini, ið høvdu einans endamál, og tað var at umgangast lógina.

Man má loyva sær at spyrja, um starvsfólk hjá tí almenna ikki eru sett til at umsita landsins lógir. Út frá nevnda handriti sær nærum út til, at hesin onkursvegna er millumlið millum øðrumegin ávísar reiðar og hinumegin ábyrgdarhavandi landstýrismannin.

Og fyri at rættvísgera hesi 25 punktini, so er tað í hesum føri brúkt paragraf 8, stk. 1, ið er motiverað við at "møguleiki skal vera at endurnýggja fiskiskipaflotan" og paragraf 8, stk. 4, tann sokallaða tvey ára reglan, sum kom í lógina fyri at skapa tryggar karmar í samband við "útskiftan" av fiskiførum eins og kunngerð nr. 75 frá 2006, seinni broytt til kunngerð nr. 132 frá 2011. Viðmerkingin til broyting viðvíkjandi "undantaksregluna fyri rúmmát fyri bólk 3 (stállínuskip) verður gjørd í samband við endurnýggjan av einum niðurslitnum línuskipa-flota", har fyritreytin var, at veiðievni ikki mátti økjast.

Hesar reglur brúkar man til geva stórum uppisjóvarreiðaríum loyvi til at gagnnýta makrelrættindi hjá t.d. línuskipum 

  Tí eru hasi 25 punktini, eins og alt annað, sum Fiskimálaráðið borðreiðir við, tikið úr leysum lofti. Ein skilir skrivarin av handritinum so sera væl: Kroystur sum hann er av sínum arbeiðs-gevara roynir hann at vassa í land aftur, tá hann í næsta reglubrotið undir punkt 25 viðmerkir: ”Framman fyri standandi er ein mannagongd, sum er sett upp, treytað av, at ætlan tykkara er soleiðis, sum Fiskimálaráðið hevur skilt hana. Hetta er tí ikki ein ráðgeving ella tilsøgn frá Fiskimálaráðsins síðu, men heldur ein háttur at strukturera, hvussu ætlanin kann hugsast at vera sett í verk innan fyri galdandi lógarverk".

Jú, vist er papírið tolið. 

Undirritaði viðleggur skjal 1, 2, 3 í umrødda málið. So kann almenningurin út frá skjølunum gera sær sínar metingar um tær avgerðir, ið eru tiknar í samband við makrelfiskiskapin. Sjálvur haldi eg hesa skuffukarusell verða sera ódámliga, eins og hon er við til at undirgrava okkara rættarskipan.

Frank Davidsen