Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fegnir kvøldskúlalærarar, skeiðsleiðarar og kvøldskúlastjóri á trappuni hjá Sankta Frans skúla

Fremst frá vinstru: Hans Marius Foldbo, lærari, Nick Thomsen, lærari, Selmar Jacobsen, lærari, Jón K. Joensen, Kaj Johannesen, Hildibjartur Hansen, Ella Sloan Mueller, Jónleivur Olsen, Óluva Hermansen, Arne Thorsteinsson, Leivur Ree Torvadal, Noomi Guttesen, Sonne Smith. Ingi Ellingsgaard, Petra Tausen og Egil Simonsen vænta á myndini.

Ovast frá vinstru: Jákup Strøm, kvøldskúlaleiðari, Elin í Geil, Páll Danielsen, Jóhanna Eriksen, Steintór Jacobsen, Skarpheðin Njálsson, Åse BømlerOlsen, Malan Guttesen, Marita á Neystabø, Bjarki Ziska

Skikkaðir kvøldskúlalærarar

Fimm og tjúgu væl nøgdir lærarar hjá Kvøldskúlanum í Havn hava lokið skeið í undirvísingarlæru fyri lærarar, sum arbeiða við frítíðarundirvísing.

Tríggir skeiðsleiðar hjá Mentamálaráðnum við útbúgving í vaksnamannanámsfrøði, Hans Mourits Foldbo, serlærari og psykologur, Selmar Jacobsen, lærari og skúlastjóri, og Nick Thomsen, lærari, hava leitt teir fimm og tjúgu kvøldskúlalærararnar gjøgnum skeiðið, sum hevur vart í 60 tímar og fevnt um fýra vikuskifti.

Undirvísingin hevur skift millum fyrilestrar, bólkaarbeiði, framløgur og sjálvstøðugt arbeiði.

Teir tríggir skeiðsleiðararnir, Hans Mourits, Selmar og Nick, og Jákup Strøm, kvøldskúlastjóri, eru sera væl nøgdir við skeiðstilgongdina.

Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari hjá Mentamálaráðnum, handaði kvøldskúlalærarunum prógv, tá ið seinasti skeiðsdagurin var av í Sankta Frans skúla í Havn leygardagin 25. februar.

Kelda: www.torshavn.fo

 

----

Nú riggar at keypa Oyggjatíðindi á netinum

Har eru tær spennandi greinarnar, sum ikki verða lagdar út á heimasíðuna.

Í longri tíð hevur søluskipan okkara ikki riggað. Hetta hevur so ført til, at Knassar hevur arbeitt við at loyst trupulleikan. Nú hava viðskiftafólk endiliga roynt aftur, og siga frá, at skipanin nú riggar við VISA-kortinum. Sostatt ber til hjá øllum keypa við gjaldskorti uttan trupulleikar.

Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.

http://oyggjatidindi.com/arkiv.html