Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skip til rannsóknir av makrelstovninum fyri Havstovuna

Í sambandi við vísindaligar rannsóknir av makrelstovninum í summar, søkir Havstovan eftir nótaskipi at gera rannsóknirnar, sum verða fíggjaðar við granskingarkvotu. 

Upp til 1.900 tons av makreli eru sett av at fíggja rannsóknirnar. Kvotan kann fiskast í føroyskum ella altjóða sjógvi, og verður latin sum egin árskvota sambært § 61 í lógini um fyrisiting av sjófeingi í 2017, sí leinkju niðanfyri.
 
Freistin at søkja er fríggjadagin 8. juni 2018 við telduposti til hav@hav.fo
 
Les alla lýsingina her: http://www.hav.fo/PDF/Lysing_makrelkanningar2018_DC.pdf