Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skitið Holm´stráð

Perlur. Oyggjatíðindi kann í dag avdúka, at Petur Holm, stjóri í Smyril Line, hevði eina leikskrá fyri hvussu Norrøna kundi ríða stormin av: - Tí taka vit nú fatur í løgmann fyri at tryggja 60 milliónir. Hetta má gerast skjótt og uttan at pressan fær at vita hvat hendir, stendur í leikritinum... Hetta varð avdúkað í Oyggjatíðindum, 6. Mars 2009.

Tríggir vóru kostirnir, men ongin var mjúkur at svølgja hjá Smyril Line, tá felagið var komið í trotastøðu við flaggskipinum, Norrønu.

Vit hava hugd í leikskránna hjá Petur Holm, stjóra í Smyril Line:

Ein møguleiki var, at selja skipið fyri 529 milliónir, sum við avhendingini 1. marts 2009, vildi kostað felagnum 30 + 20 milliónir í likviditeti og í mistum virði av eginpeninginum. Hesar 50 milliónirnar máttu útvegast, skuldi felagið ikki koma í gjaldssteðg áðrenn 1. marts.

Ein annar møguleiki var, at gjøgnumføra eina samanlegging við Fjord Line. Men leiðslan visti ikki hvussu langa tíð hetta fór at taka, ella um fíggingarstovnarnir fóru at góðtaka samanleggingina. Við hesari loysnini skuldi felagið útvega 32 milliónir, men samlaði likviditetstørvurin vildi við hesi loysnini komið upp á 60 milliónir.

Triði møguleikin er ein “turn around” loysn, sum í løtuni er ein realistisk loysn. Við hesari loysnini skuldi felagið útvega 60 milliónir - minus virðið av AP (Atlantic Petroleum) partabrøvunum., og restina fram til apríl 2009.

Møguleiki nummar eitt er ikki júst nøkur spennandi loysn, áðrenn alternativ 2 og 3 eru roynd og avlívaði, staðfestir stjórin í manualinum, sum Oyggjatíðindi hevur fingið fatur í.

TF-Holding: Ikki eina krónu aftrat

Stjórin, Petur Holm, staðfestir eisini, at TF Holding, Gunnar í Liða, greitt hevur sagt, at tey ætla ikki at gjalda eina krónu aftrat í Smyril Line, uttan so, at tað fyriliggur ein avtala við Fjordleine, har neyðug kapitaløking er tryggjað.

Víðari verður sagt, at Samtak (Frantaksgrunnurin) ikki greitt hevur meldað út. Tey hava viljan, skrivar Petur Holm í manualinum, men evnini at gjalda eru avmarkaði, staðfestir jassurin.

- Eik Banki hevur vegna juniorbankarnar sagt, at teir koma ikki við meira kapitali, uttan so, at partaeigararnir eisini gera tað, sigur stjórin og staðfestir:

At bjargingin er inni í eini rundkoyring, har eingin vegur er út.

Men, so kemur loysnin: Landskassin.

Hann skrivar í leikskránni:

Derfor tager vi nu fat i Lagmanden, som allerede har fået en forhåndsorientering, for at søge at få tilført 60 millioner i offentlig investering til Smyril Line. Dette må gennemføres hurtigt og uden at pressen får indsigt i dette, idet det vil betyde et “run” fra vores almindelige kreditorer. Lagmanden får en præsentation af alternativ 2 og 3, skrivar stjórin.

Í leikskránni stendur eisini, at ein loysn við landskassan má fyriliggja 4. november, tí fundur verður við Fjord Line 5. og 6. november, og 7 november falla avdrøgini til senior-bankarnar til gjaldingar.

Aftaná, at felagið hevur goldið 10,4 milliónir 7. november, er felagið reelt tømt fyri likviditet, skrivar stjórin. Sum øllum kunnugt varð gingið hart á løgtingið, so hart, at Tórbjørn Jacobsen, tók í høvd og reyv á Petur Holm, og blakaði hann á dyr, men stjórin og nevndin fingu tað, teir komu eftir. 60 milliónir. Men afturfyri fingu umboð fyri landsstýrið, pressu og onnur hent amboð, innbjóðing, at vera við tá rutan til Esbjerg herfyri varð tikin í nýtslu.

Pengarnir úr landskassanum komu væl við.

Har var alt betalt - ferðaseðil, matur og frí barr.

Miðlarnir, sum fáa søt halt-kjaft bomm, skrivaðu:

Smyril Line á rættari kós, he, he...

Soleiðis hekk tað saman - inntil næstu ferð. Leikskráin var: Skitið Holm´stráð. Hvat tá...