Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skommin og TØKKIN!

Vit vilja ikki taka hond um tey veikastu í okkara samfelag. Tey sleppa at liva sítt egna lív, uttan hjálp frá almennu politisku Føroyum. Hjálparfelagsskapur er komin teimum til hjálpar. Seinasta sunnudag gekk talvan í kirkjuni til frama fyri “Í menniskjum góður tokki”. Tað fløvar hóast umstøðurnar. Men eisini snópisligt fyri almenna politiska myndugleikan. Sagt verður, “at tað gongur væl í Føroyum, men vit freistast at spyrja hjá hvørjum?”

SJÓNARMIÐ:

Lasse Klein, skrivar

Kenni ikki orsøkina til at Fólkaflokkurin sum umsitur almannamál letur slíkt um seg ganga, skilji heldur ikki Miðflokkin, sum varar av heilsumálum.

Eingin vón er fyri framman fyri hesar familjur, uttan felagsskapurin: “Í menniskjum góður tokki”, og tøkk skulu tey hava fyri tað, og eg eri sera fegin um at Fólkakirkjan við bispi Jógvan Fríðriksson á odda stuðlar tiltakinum.

Ikki bara Jógvan Fríðriksson, bispur og Fólkakirkjan, men eisini Posta og Lions Klub Suðuroy, hava fingið serstaka heiðursløn frá “Í menniskjum góður tokka” fyri serstakan stuðul. Tøkk skulu tey hava fyri teirra leiklut.

Skilji ikki aðrar samkomur og myndugleikar

Men eg skilji ikki aðrar samkomur sum ikki standa upp og rópa varskó. Enn minni kommunalpolitiska myndugleikan sum lata standa til.

Allar minst skilji eg almennu politisku Føroyar sum lata slíkt um seg ganga, og hevði vóna at tey á ein ella annan hátt skiltu boðskapin hjá hjálparfelagsskapinum “Í menniskjum góður tokki”.

Síggja ikki trupulleikan og skommina

Men samhaldsføstu politisku Føroyar rista í grundvølli sínum, og lata áhaldandi ein part av sínum egnu borgarum sigla sín egna sjógv.

Øll hjálp fløvar, men sum kortini bert í ávísan mun gleðir barnasálina á jólum. Hinar 360 dagarnir í árinum sleppa familjurnar at sigla sín egna sjógv, og hóast tiltakið verður víðka, er tørvurin kortini ómetaliga stórur.

Sosiali almenni tørvurin er eyðsýndur, tað hevur hjálparfelagsskapurin “Í menniskjum góður tokki” prógva, meðan politisku Føroyar ikki síggja trupulleikan og skommina.

Kelda: M.a. Hagstova Føroya: Talt og Hagreitt, 4.705 føroyingar í fátækraváða.


Lasse Klein