Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Soleiðis skal Mitsvendborg prosjektið endaliga síggja út.

Skorheim á arkitektoniskari Livingstone-ferð í Danmark

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, ferðast í Danmark á einari sokallaðari arkitektoniskari Livingstone ferð. Hann hevur leitað eftir rætta leistinum til eitt mentanarhús, sum helst skal yvirskugga tað, sum Havnin vartar upp við.

Borgarstjórin er ikki einsamallur. Hann hevur arkitektarnar frá Fuglark við á ferðini, og eisini annað viðheng. Leitað verður eftir nøkrum heilt serligum.  Deligatiónin hevur dustsúgvað danskar arkitektoniskar loysnir fyri at leita upp júst tað, sum Klaksvíkin skal brúka.

Sum skilst skal Kunoyggin, sum hurðin til Klaksvíkina, sunnari armur og norðari armur, sólargangurin, mentanin og tað maretima, vera bulurin, sum alt so arkitektoniskt skal savnast um.

Vit hava frætt, at delegatiónin við taskuberarum, eisini hevur verið í Svendborg. Har arbeiða tey við einum mentanarprosjektið í stigum. Sum skilst er delegatiónin rættiliga glað fyri hetta prosjekt. 

Vit hava funnið eina tekning av økinum, sum helst skal vera við at inspirera Fuglark arkitektarnar fyri at skapa botnin av Klaksvíkini til eina arktiektoniska perlu.

Hetta er tað, sum m.a. er skrivað um Svendborg prosjektið:

- Bygningerne, eller bygningen, skal være det ypperste inden for arkitektur, miljø og klimasikring, ikke bare en stor, hvid, firkantet klods på kajkanten. Det skal være spændende og helt åbent, og jeg kan stadig godt lide ideen om at lave en kanal ind i bygningen, der skal også være noget for offentligheden, smiler Jesper Bernhardt og tilføjer, at Svendborg får det fremmeste videnscenter i Danmark.

- For samtidig med at SIMAC bygger nyt, vil det være helt oplagt at bygge endnu et hus ved siden af til maritime virksomheder. Vi har næsten et halvt hundrede af dem alene på Sydfyn, men hele Fyn kan være med, og et tæt samarbejde mellem dem og SIMAC vil jo give en meget stor synergieffekt. Der kunne også blive plads til Søfartsstyrelsen.

Vit hava ikki fingið viðmerkingar til hesa arkitektonisku Livingstone-ferðina, har leitað hevur verið eftir rætta prosjektinum, sum eingin heldur veit hvat fer at kosta. Heldur ikki hvat luxus-túrurin í Danmark kostar kommununi.

Men eingin ivi um, at kommunan skal betala, og at prosjektið má skjótt á skinnara. Harragud kommunuvalið verður í november.

Tí er Skorheim á arkitektoniskari Livingstone-ferð í Danmark.