Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skotland segði ja

Skotar ynskja sær sama stýrislag sum vit hava í ríkisfelagsskapinum, og tað eigur ikki at undra nakran

Í Skotlandi hava 55,3 prosent av íbúgvunum á fólkaatkvøðu sagt ja til samband, samanhald og styrki í Sameinda Kongaríkinum.

Hetta er ein rættiliga stórur meiriluti. Gloppið millum ja og nei gjørdist meira enn 10 prosent.

Fyri fólk, sum vilja Skotlandi væl og ynskja framgongd fyri landið, er valúrslitið góð tíðindi. Tað vil altíð vera ein fyrimunur at vera partur av einum størri ríki og einari sterkari eind.

Skotar ynskja okkara stýrislag

Forsætisráðharrin í Bretlandi hevur givið lyfti um broytingar - ikki bert fyri Skotland men eisini fyri Ongland, Wales og Norðurírland.

Hvørjar broytingar munnu koma?

Ætlanin er, at londini eiga at hava størri heimildir og sjálvræði innan karmarnar av Sameinda Kongaríkinum. Størri vald til parlamentini og fólkini á staðnum.

Hetta kundi líkst tí, sum vit í Føroyum hava arbeitt eftir í skjótt 70 ár.

Innan karmarnar av okkara kongaríki, sum hevur dugnað Føroyum og føroyingum ómetaliga væl, hava Føroyar ment seg til í dag at vera eitt framkomið land.

At skotar ynskja sær sama stýrislag sum vit í ríkisfelagsskapinum, eigur ikki at undra nakran.

Stór sár og spjaðing

Sagt verðir frá fleiri síðum, at fólkaræðið í Skotlandi og Bretlandi sum heild hevur havt gott av fólkaatkvøðuni hjá skotum. Møguliga er hetta rætt. Tað duga tey best at meta um sjálvi.

Hinvegin stendur skotska tjóðin í dag spjadd, og djúp sár skulu lekjast.

Eins og í Føroyum í 1946 hevur politiska stríðið seinastu tvey árini gjørt skilnað í familjum, millum vinir, kenningar og starvsfelagar. Fólk hava staðið úti á gøtum og strætum við sínum ósemjum, og í miðlum hava vit eisini sæð beiskleika og fíggindaskap.

Tað er óhepna avleiðingin av, at nationalistarnir hava sett dagsskránna í Skotlandi seinnu árini.

Hetta er vert at hugsa um hjá teimum, sum hava talað um nýggja grundlóg fyri Føroyar og eftirfylgjandi fólkaatkvøðu, sum í botn og grund er ein fólkaatkvøða um loysing - altso, loysing gjøgnum bakdyrnar.

Í BBC hava tey umrøtt, hvussu skotski tjóðveldisflokkurin, SNP, hevur manipulerað fyri at trýsta fullveldi ígjøgnum skipanina.

Í fyrsta umfari settu tey valaldurin úr 18 niður í 16 ár, tí tey vistu, at blaðung fólk kunnu vera løtt at forføra. Tjóðveldi í Føroyum hevur havt sama uppskot frammi her hjá okkum, og tað er tankavekjandi.

Í øðrum umfari varð spurningurin til atkvøðugreiðsluna orðaður tann vegin, sum SNP vildi tað. Ein leiðandi spurningur stóð á atkvøðuseðlinum.

Og so framvegis.

Kritisabul dekningur

Fleiri hava ivaleyst lagt til merkis, hvussu Tjóðveldi og Kringvarp Føroya hava verið í Skotlandi og malið um beinini á hvørjum. Vit hava eisini sæð eina fjákuta "fólkaatkvøðu" um loysing í miðbýnum í Tórshavn. Og so framvegis.

Tá ið stórir tilburðir hava verið í ríkisfelagsskapinum, hevur kringvarpið ikki havt ráð til nakran sjálvstøðugan dekning. Men nú ein lítil risiko var fyri fullveldi í Skotlandi, vóru ongi smøl støð.

Hetta talar ímóti óheftni, og tað er kritisabult.

Vit munnu vera mong, ið ynskja tað besta fyri okkara grannar í Skotlandi. Vónandi fáa tey framgongd í teirra ríkisfelagsskapi, eins og vit hava í okkara.

Edmund Joensen

fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin