Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skráin til Aliráðstevnuna á Hotel Føroyum 28. februar

Skráin til Aliráðstevnuna 2020 er nú tøk á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Á heimasíðuni ber eisini til at tekna seg til Aliráðstevnuna. Tað ber til at tekna seg fram til mikudagin 26. februar, ella til ráðstevnan er fullteknað.

Eins og undanfarin ár skipar Havbúnaðarfelagið fyri Aliráðstevnu á Hotel Føroyum. Aliráðstevnan verður í ár fríggjadagin t. 28. februar, og er tað Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sum setur ráðstevnuna í ár.
 
Á ráðstevnuni verða bæði styttri og longri framløgur um ymisk evni, sum eru viðkomandi fyri føroysku alivinnuna, og tað verður ein blanding av meira yvirskipaðum fyrilestrum um gongdina í føroysku alivinnuni og meira fakligum fyrilestrum um serstøk evni í alivinnuni.
 
Skráin fyri Aliráðstevnuna 2020 sæst á www.industry.fo, ella við at trýsta trýsta her.
 
Seinasta freist at melda seg til ráðstevnuna er mikudagin 26. februar. Undanfarin ár er ráðstevnan tó fullteknað áðrenn tíð, og neyðugt hevur verið at lata aftur fyri fleiri tilmeldingum. Sum gongdin er við tilmeldingum í løtuni, er væl møguligt at hetta aftur fer at henda í ár.
 
Tað ber til at tekna seg til Aliráðstevnuna 2020 her.