Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skrásetingargjøld á bilum eru órímuliga høg

Hetta er niðurstøðan frá ”Det økonomiske råd” í Danmark í nýggjastu frágreiðing teirra ”Den miljø-økonomiske rapport”.
 
Sambært frágreiðingini ”Den miljø-økonomiske rapport”, sum var útgivin týsdagin í farnu viku, sigur danska Búskaparráðið, at bileigarar í áravís hava goldið ov høg gjøld, mett út frá einum samfelagsbúskaparligum sjónarhorni.
 
Sambært Búskaparráðnum snýr tað seg ikki bara um umhvørvis- og veðurlagssjónarhornið, men eisini um larm, ferðsluóhapp og nógva ferðslu. Sambært ráðnum er tað ikki rætt, tá tveir bileigarar gjalda sama skrásetingar- og umhvørvisgjald fyri sama bil, um annar koyrir lítið, og hin koyrir nógv. Tað er bara gjaldið á brennievni, sum er tengt at, hvussu nógv verður koyrt.
 
”Avgjøld á bilar eiga tí at verða tengd at neiligu ávirkanini, sum hesi hava á samfelagið. Núverandi gjøld eru bæði ov høg og skeivt samansett”, sigur danska Búskaparráðið og mælir til at lækka føstu gjøldini, sjálvt um hetta kemur at kosta nógv.
 
Somuleiðis ávarar Lars Gårn Hansen ímóti at hækka umhvørvisgjøldini á brennievni, sum eru ov høg sum er, tí tað vil føra til stóra neiliga samfelagsbúskaparliga ávirkan.
 
Tað er jú ymiskt, hvussu nógv ein koyrdur kilometur tyngir, tí tað er tengt at, hvar og nær koyrt verður.
 
Tí skjýtur danska Búskaparráðið upp, at nýtsla av bilum heldur verður skattað umvegis koyriavgjøld, sum verða kravd í býum og í háferðslutíðini.
 
Kelda : ritzau