Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skrivar nú bøkur

So fer Dan undir annan hálvleik: - Hetta er seinasta Pdf útgávan av blaðnum,  í hvussu so er næsta hálva árið, tí blaðstjórin, Dan Klein, nú setir ferð á at skriva bøkurnar um  hansara lív,  har danska rættarskipanin m.a. hevur ført prógv í móti sær sjálvari, við dómum, 
sum hava vakt ans....

Í langa tíð hevur blaðstjórin á Oyggjatíðindum, savnað tilfar til bók, sum helst verður meira enn til ta einu, alt eftir hvussu arbeiði verður skipað.

Tað er rættiliga greitt, at tann fyrsta bókin verður skrivað á donskum, og verður síðani  umsett til enskt, tí tað er umráðandi at greinað dupultmoralin hjá Danmark, sum gjøgnum øll tredivu árini, Dan Klein, hevur verið blaðstjóri, hevur lagt seg eftir at sensurera blaðið, og eftir umbøn frá donsk/føroysku heimastýrismafiuni, hevur dømt og fordømt blað og blaðstjóra.

Tilfar er nokk at taka av, og tí hevur tað skund at koma í gongd við skrivingini.

Ætlanin var at klára at skriva bøkurnar samstundis, sum blaðið kom út, men tann tankin er nú sleptur, tí tað gevur ikki nóg góða rúmd, og tí má blaðið leggjast stilt í longri tíð, meðan roynt verður at halda lív í heimasíðuni, men kanska verður okkurt tíðindabræv sent út, um tað hendir okkurt serligt, sum blaðstjórin metir hevur almennan áhuga.

Ætlanin er at viðgera uppvøksturin í Klaksvík, har blaðstjórin, sum fimm ára gamal fekk smakkin av danskari imperialismu og maktmisbrúki, tá Læknastríðið leikaði á. Hetta setti síni spor, sum skuldi vísa seg at vera ein fylgisveinur gjøgnum lívið.

Dan Klein, vaks upp saman við tvillingsbróðrinum, Lassa, og Rólant, sum er tvey ár eldri. 

Hjørdis Klein, varð vanliga varð kallað Hjørdis á Støðini, tí hon tíðliga í tíðini, var send til Klaksvíkar, at yvirtaka leiðsluna á telefonstøðini. Tað var løgtingið, sum heitti á hana um at fara norður til klaksvíkar, at yvirtaka leiðsluna eftir Elin í Lávíkum, men ætlanin var ongantíð, at hetta skuldi vera ein varandi loysn, men bara fyribils. Tað skuldi tó ikki vísa seg at halda.

Tað, sum var so óvanligt tá í tíðini, var, at mamma og pápi okkara skildust, tá vit vóru smádreingir. Eg minnist so ikki pápa okkara, sum fór til Danmarkar aftur, og har giftist. Burturúr hesum fingu vit so tveir hálvbeiggar, sum vit tó ikki hava samband við, sigur Dan Klein.

Tá skúlin var liðugur, arbeiddi hann á avgreiðsluni hjá Kjølbro, sum síðani varð yvirtikin av Skipafelagnum Føroyar. Ein góð tíð. 

Í Danmark var tað fyrst í danska herin, og síðani á reklamuskúla, og heimaftur á fjúrtanda September at arbeiða, sum umbrótari, síðani headhuntaður av Dagblaðnum, til avtala varð gjørd við Lassa, bróður, sum ætlaði at gevast við at geva Oyggjatíðindi út, sum lokalblað fyri Eysturoynna.

Í staðin avgjørdu vit, at stovna blaðið, sum partafelag, og koma út sum lokalblað fyri alt landið í 1979, tí tað var okkara fatan, at óheftur tíðindaflutningur við broddi manglaði í Føroyum. Vit tóku fleiri góðar kreftir frá Dagblaðnum, sum afturfyri gav Oyggjatíðindum hetta skoðsmál: Blaðið heldur bara í eina viku.

Men tað skuldi milt sagt vísa seg ikki at halda.

Tá Lasse Klein, fór í landsstýrið, yvirtók Dan Klein, stýringina av blaðnum, og linjan bleiv bæði beinrakin og hvøss. Hetta gav lesaraundirtøku, og blaðið skuldi vísa seg at vaksa rættiliga fitt, men ikki long tíð gekk, so byrjaðu sakarmálini at koma.

Tað var heilt týðuligt, at vit høvdu okkurt slag av heimastýrismafiu, sum bæði hevði makt og umstøður, at forfylgja blaðnum. 

Tað er kanska eitt paradoks at siga, at dómar í móti einum sjálvum kunnu vera positivir, men hjá Dan Klein, gjørdist tað púra vanligt, at samla uppá hesar dómarnar, seta teir í perspektiv, og venda teimum á høvdið.

Hjá einum leikfólki var tað sjálvandi trupult, men við tíðini eydnaðist tað, at lyfta seg upp um skógin, og síggja donsku brølarnar í dómunum. Tá hesir vóru funnir, og settir saman, gjørdist tað heilt áhugavert at arbeiða við...

Ætlanin er at taka evnir upp í hesum bókum, sum hava fylt nógv í blaðnum, samstundis sum tað verður viðgjørt, at hvørki blað, blaðstjóri ella journalistiska linjan vóru góðtikin av høgrapolitisku- og vinstrapolitisku flokkunum, og heldur ikki teimum í miðjuni. Øll føldu seg hótt, tí tað bar ikki til, at stýra “bastardinum”.

Ein týðandi liður í niðurgeringini vóru allir dómarnir, sum byrjaðu at regna omanyvir blað og blaðstjóra, sum eisini hevði kirkjuna, og brøðurnar í móti sær. Ein prestur var so bersøgin, at hann ikki helt, at blaðið kundi vera kritiskt mótvegis dómsvaldinum, tí hetta vald var givið av Gudi.

Ja, ja, og Dannabrog datt niður úr himlinum.

Tá Einglapressan, frá Kringvarpinum og runt, øll føldi seg hótt av hesum blaðnum, var blað- og blaðstjóri løgd á ís. Eingin mátti nevna, viðgera, ella loyva blaðnum rúmd. Tað skuldi snøgt sagt tigast í hel. 

Men blaðið var nevnt sum kelda, tá bókin um journalistin kom út, men hetta kundi ikki latið seg gera, var inspiratiónin ikki frá einum av teimum nógvu avdúkingunum í Oyggjatíðindum brúkt. Nevniliga um milliónina og Fiskavirkið í Norðdepli.

Og ikki bar tað heldur til at koma uttanum, at Tollmálið, sum nú skal roynast í Hægstarætti, er inspiratión frá Oyggjatíðindum, sum avdúkaði og skrivaði um gøluna. Paradoksið her var, at tá KvF og hinir einglarnir bóðu um alment innlit í málið, komu tveir greinar frá Oyggjatíðindum bóltandi út, og so kunnu fólk ætlað, at kvf og hinir fingu skund at fortelja, at málið um tollin hjá Jørgen var spildurnýtt, sum sjálvandi er tvætl.

Finnur Helmsdal, sum skrivaði ítróttin í Oyggjatíðindum, so leingi, sum hann livdi, visti tíðliga at siga alment, at hinir journalistarnir distanseraður seg frá Oyggjatíðindum, tí tey ikki evnaðu, tordu ella vildu inn á somu kritisku linjuna, sum samfelagið annars hevði so nógv brúk fyri.

Í staðin er almenna pressan blivin ein partur av maktstrukturinum, og hevur vart borg.
So fer Dan undir annan hálvleik, at skrivar nú bøkur.

-------