Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skrivligur fyrispurningur til løgmann um ungdómsumboðan

1. Ætlar løgmaður at fylgja løgtingssamtykt frá 5. apríl 2005 um ungdómsumboðan?  
2. Hevur løgmaður umhugsað eina skipan við almennum politiskum ungdómsráði fyri Føroyar eftir sama leisti sum Tórshavnar ungdómsráð?
3. Kundi Føroya Politiska Ungdómsráð verið skipað við umboðum úr kommunalum ungdómsráðum?

Viðmerkingar
Eftir uppskoti frá Miðflokkinum samtykti Løgtingið 5. apríl 2005 soljóðandi uppskot um ungdómsumboðan í almennum nevndum, ráðum og stýrum:

Løgtingið heitir á Landsstýrið um at kanna, hvussu føroyski ungdómurin kann fáa økta ávirkan í samfelagnum, herundir í hvønn mun føroyskur ungdómur skal hava, og møguliga verður ryggjaður, umboðan í almennum nevndum, ráðum og stýrum.

Ongin slík kanning er gjørd enn. Tí er neyðugt at fáa staðfest, um landsstýrið ætlar at fylgja samtyktini. 

Síðani løgtingssamtyktin varð viðtikin eru fleiri viðurskifti betrað viðvíkjandi politiskari ungdómsluttøku. Ungdómsting hava verið hildin í Løgtinginum. Tórshavnar Býráð hevur skipað fyri almennum vali til Tórshavnar ungdómsráð. Og Klaksvíkar Býráð hevur havt val til ungdómsting.

Nú samfelagið hevur flutt seg munandi til frama fyri ungdómspolitiska luttøku, er viðkomandi at umrøða, um almennu Føroyar eisini skulu skipa Føroya Politiska Ungdómsráð. Góða fyrimyndin er Tórshavnar Ungdómsráð. Í uppgávulýsingini fyri Tórshavnar Ungdómsráði stendur, at

Ungdómsráðið er umboð teirra ungu í kommununi. Eitt endamál er at styrkja fólkaræðið í kommununi við at skapa ein pall, har ung fáa eina rødd í býráðspolitisku skipanini og arbeiðinum.

Ítøkiliga skal ungdómsráðið takast við í viðgerð av málum, sum kommunan arbeiðir við og sum viðvíkja ungdóminum, eitt nú viðvíkjandi frítíðarvirksemi, lestrarumhvørvi og lestraríbúðum. 

Eisini kann ungdómsráðið seta fram uppskot og hugskot til nevndir og býráð um viðurskifti, sum kunnu betra um korini og trivnaðin hjá teimum ungu.

Nú kommunurnar eru vorðnar skipaðar í størri samstørv, fara aðrar kommunur væntandi at skipa ungdómsráð eftir líknandi leisti sum í Tórshavnar kommunu. Eitt nú hevur formaðurin í Norðoya Javnaðarfelagi, Petur Martin Hansen, heitt á Klaksvíkar Býráð um at skipa ungdómsráð. 

Føroya Politiska Ungdómsráð kundi hóskandi verið mannað við limum úr kommunalu ungdómsráðunum. Inntil allar kommunur hava skipað ungdómsráð, kundu tær kommunur, har onki ráð er skipað, í felag valt limir til Føroya Politiska Ungdómsráð.

Ein grundleggjandi meginregla í fólkaræðinum er, at fólkavald virka á upplýstum grundarlagi. Mangan fara viðgerðir fram í Løgtinginum og mangan verða mál samtykt, uttan at sjónarmið teirra ungu hava verið partur av viðgerðini. Hóast ung valevnir eru á flestu listum til løgtingsval, verða tey ungu sjáldan vald í Løgtingið. Sera mong mál, sum verða reist á Løgtingi, hava við gerandisdag teirra ungu at gera. Tí er áleikandi at gera teirra hugsanir til dagligan part av viðgerðunum. Dømi um mál, sum kundu verið betri upplýst gjøgnum ungdómsluttøku, eru:

Skúli og útbúgving, Lestrarstuðul og lestrarlán, Fólkaheilsa og fyribyrging. Royking, rúsdrekka og rúsevni, Skattapolitikkur og stuðulsskipanir, Arbeiðsloysisskipanin, Íverkseting, Nýmenning, Ítróttur, Mentan, Ferðsla og mangt annað.

Bill Justinussen, løgtingsmaður