Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ewald Kjølbro. Tilvildarlig mynd.

Skúladepil lýkur verklagslóg

Í Degi & Viku fríggjadagin 1. februar og í tíðindasendingum í Útvarpinum dagin eftir, varð víst á, at Skúladeplin við Marknagil er 20 prosent størri, enn verklagslógin ásetur. Hetta er ikki rætt. Verkætlanin er framvegis í samsvari við karmarnar í lógini, og tí vil Landsverk koma við hesi rættleiðing til óneyvu og mangulfullu viðgerðina í Kringvarpi Føroya.

Til tess at lýsa málið til fulnar, er neyðugt at bakka aftur til 2008, har verklagslógin varð samtykt, og farið varð undir at fyrireika verkætlanina við Marknagil.

Í løgtingslóg nr. 43 frá 26. mai 2008 um at byggja skúladepil í Tórshavn eru hesir karmar ásettir:

1. Byggjast skulu umleið 17.000 nýggir fermetrar.

2. Um tørvur fer at vísa seg fyri tí, skal møguleiki verða fyri, at verandi bygningur hjá Føroya Handilsskúla, sum er 1.800 fermetrar til støddar, verður lagdur afturat samlaðlu verkætlanini.

Føroya Handilsskúli var ikki við í upprunaligu byggiætlanini, men tá farið var undir at gera byggiskrá í 2008, varð avgerð tikin um, at nýggi skúladepilin skuldi húsa trimum skúlum: t.e. Føroya Studentaskúli og HF Skeið í Tórshavn, Tekniski Skúli í Tórshavn og sum áður nevnt, Føroya Handilsskúla.

Í verklagslógini stendur víðari um avhending av ognum:

Í sambandi við byggingina av nýggjum miðnámsskúladepli í Tórshavn eru avtalur gjørdar við sjálvsognarstovnarnar fyri Tekniska Skúla og Føroya Handilsskúla, at verandi fastognir í Tórshavn hjá hesum sjálvsognarstovnum – uttan kostnað – verða avhendaðar Mentamálaráðnum.

Í hesum liggur somuleiðis, at inntøkurnar frá sølu av verandi bygningum hjá Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla, kunnu fara til nýggju verkætlanina.

Áseting av fermetrum

Verklagslógin, sum var samtykt í mai 2008, áðrenn ein endalig byggiskrá varð gjørd, gevur sostatt heimild til, at byggjast kunnu umleið 18.800 fermetrar til undirvísingarendamál og hartil hoyrandi funksjónir.

Tá byggiskráin var liðug, vísti tað seg, at tørvur er á at byggja 19.420 fermetrar, sum eru 620 fermetrar meira, enn upprunaliga byggiskráin tilskilar.

Umframt hetta, var eisini neyðugt at byggja teknikkrúm, skúrar, goymslurúm o.a. á tilsamans 1.954 fermetrar. Í slíkum føri er talan um fermetrar, sum ikki vera roknaðir uppí, tá ið talan er um rúm-víddina av einum bygningi. Hetta eru tó fermetrar, sum vera mettir at vera neyðugir at gera, men sum eru munandi bíligari.

Í kostnaðarmetingini á 391 mió. kr., sum var gjørd í 2009, var tískil roknað við, at byggjast skuldu tilsamans umleið 21.000 fermetrar. Um hetta fór at vísa seg ikki at halda eftir lisitatiónina, varð mett, at sparingar kundu gerast fyri umleið 37 mió.kr.

Afturat hesum var eisini roknað við, at møguleiki er fyri at selja verandi bygningar. Mett var, at Føroya Handilsskúla kann seljast fyri umleið 40 mió. kr., umframt at verandi bygningar hjá Tekniska Skúla kunnu seljast fyri eina minni upphædd.

Lisitatiónin

Undir lisitatiónini kom fram, at verkætlanin gjørdist 156 mió. kr. dýrari, enn karmurin í verklagslógini heimilar. Landsverk hevur tí saman við ráðgevarum og teimum lægstbjóðandi endurskoðað verkætlanina og funnið sparingar, ið svara til umleið 92 mió. kr. Hetta merkir, at samlaða verkætlanin, sum fer at verða 19.524 fermetrar til støddar, kemur at liggja 64 mió. kr. oman fyri karmin í verklagslógini.

Sum liður í fíggingini av meirkostnaðinum, ætlar Mentamálaráðið at selja verandi bygningar hjá Tekniska Skúla og Føroya Handilsskúla.

Tað stutta av tí langa er, at innslagið í Degi & Viku fríggjadagin 1. februar og uppfylgingar í tíðindasendingum í útvarpinum leygardagin 2. februar vóru ófullfíggjaðar og misvísandi, tí verkætlanin við Marknagil lýkur ásetingarnar í verklagslógini.

Vegna byggiharran

Ewald Kjølbro, stjóri

Landsverk