Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skúladepilin í Marknagili skal byggjast

Streymoyar Sjálvstýrisfelag boðar hervið frá, at vit á ongan hátt taka undir við útsøgnum um, at Skúladepilin í Marknagili ikki skal byggjast. Jógvan Skorheim, sum umboðar Sjálvstýrisflokkin á tingi í sessinum hjá Kára P. Højgaard, sigur sambært grein á aktuelt.fo, og í tíðindunum í útvarpinum, at byggingin av skúladeplinum í Marknagili skal steðgast. Hesum tekur Streymoyar Sjálvstýrisfelag ikki undir við.

Miðnámsskúlarnir í høvuðsstaðarøkinum eru niðurpíndir, og bæði næmingar og starvsfólk virka hvønn dag undir umstøðum, sum ikki eru nøktandi. Tí heitir Streymoyar Sjálvstýrisfelag á samgonguna um at byrja uppá byggingina sum allarskjótast, so at betri karmar fáast fyri undirvísing til okkara skúlaungdóm.

Sjálvstýrisflokkurin hevur altíð raðfest útbúgvingarpolitikk høgt, og tað ynskja vit framhaldandi at gera. Vit meta ikki, at orsøk er til at seta játtanina til Marknagilsdepilin upp ímóti eini møguligari hægri játtan til Fróðskaparsetur Føroya. Er vilji og virðing til staðar fyri at gera neyðugar íløgur í føroysku framtíðina, eigur at bera til at byggja bæði Marknagilsdepil og at geva Fróðskaparsetrinum bestu umstøður.

Streymoyar Sjálvstýrisfelag vónar, at landið sum skjótast fer í holt við at byggja Skúladepilin í Marknagili.

Streymoyar Sjálvstýrisfelag 17.12.12