Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skúlastjóri í Tofta skúla settur

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur sett Duritu Jakobsen í starvið sum skúlastjóra í Tofta skúla frá 1. januar 2018 at rokna.

Durita Jakobsen er 45 ára gomul. Hon tók læraraprógv í 2002, AKT útbúgving í 2004 og útbúgving sum cand.pæd.pæd.psyk. í 2013. Eisini hevur Durita grundskeið í leiðslu, er náms- og sálarfrøðiligur ráðgevi í Tofta og Runavíkar skúla og hevur ávísar fyrisitingar- og leiðsluroyndir við atliti at trivnaðararbeiði. 

Durita Jakobsen hevur drúgvar undirvísingarligar royndir og hevur m.a. skipað AKT og SSP arbeiðið í Tofta skúla.