Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skulu vit skatta tey alment løntu út á bygd?

Aftursvar til Jóhan Christiansen, borgarstjóra í Eystur kommunu:

Rættiliga langt kann eg vera púra samdur við borgarstjóran í Eystur kommunu. Tí í prinsippinum líkist tað ongum, at ein kommuna ger stórar íløgur í ymiskt virksemi, og so skjótt sum hetta virksemið gevur avkast, so skal avkastið býtast við aðrar kommunur. Slíkur atburður stimbrar á ongan hátt virkis- og íløguhugin.

Tí kann eg eisini vera púra samdur við borgarstjóran í Klaksvík, at tað kann als ikki koma uppá tal, at inntøkurnar av vinnu, har klaksvíkingar hava goldið bæði karmar og havnaøki, nú skulu javnast til aðrar kommunur, sum ongar íløgur hava gjørt.

Tað frøir meg ikki sørt, at Gunnvá við Keldu brúkar míni egnu argument móti slíkari útjavning, tá hon sigur, at “javning millum kommunur eigur at verða tikin upp í nógv breiðari høpi, har kriteriini fyri javning verða ásett eftir tí ítøkiliga tørvinum og umstøðunum hjá teimum ymsu kommununum kring landið.”

Páll á Reynatúgvu, løgtingstingmaður, hevur 20. september sett fíggjarmálaráðharranum skrivligan fyrispurning, um hvørt landsstýrismaðurin ætlar at áseta reglur, sum býta skattligar inntøkur, vunnar frá ali- og uppisjóvarvirkjum, javnt millum kommunurnar í Føroyum?

Hetta hevur fingið borgarstjóran í Eystur kommunu, Jóhan Christiansen, at leypa upp úr stólinum, og harðliga undirstrika, at hetta er ein vána loysn, bæði “hálvhjartað og stuttsiktað”. Í grein, ið ber heitið “Lat okkum skatta alt Føroya fólk til Havnar, ella” vendur hann kanónini móti høvuðsstaðnum og øllum alment løntum starvsfólki.

Onkur ella okkurt má javnast

Sambært greinini er Jóhan Christiansen ikki sørt skelkaður, nú tosað verður um at útjavna skattin frá ali – og uppisjóvarvinnuni. Úrslitið kann í ringasta føri verða, at kommunur gevast at skapa vinnuni karmar, av tí einføldu orsøk, at kommunurnar ikki fáa ágóðan av hesum arbeiði.

Sambært greinskrivaranum, so fer útjavning at hesum slag at hava við sær, at bert ein kommuna í Føroyum fer klára seg, og tað er høvuðsstaðarkommunan. Men hvat er so at gera? Málið er útjavning, og tí má onkur ella okkurt útjavnast. Fyrsta treytin hjá greinskrivaranum er, at hansara kommuna skal ikki lata til eina útjavning, og best er, um bert tann eina kommunan skal gjalda. Hetta eiga hinar 29 kommunurnar hóast alt at kunna semjast um.

Her má hugsast djúpt, men eingin trupulleiki er so stórur, at ikki finst loysn fyri honum. Loysnin liggur beint fyri: Vit taka skattainntøkurnar hjá teimum, sum eru alment lønt, og javna hesar út á allar kommunur í Føroyum. Nú fæst eitt úrslit, sum er betur hóskandi. Tórshavnar kommuna skal lata 86 mió. kr, sum síðani verða býttar út aftur millum hinar 29 kommunurnar.

Ódámlig framferð

Fyri tað fyrsta er talgrundarlagið í útrokningunum hjá Jóhan skeivt. Í øðrum lagi er hetta ódámlig framferð ímóti einum bólki av starvsfólkum í samfelagnum.

Sambært nýggjastu tølum frá Hagstovu Føroya var samlaði lønarmassin í Føroyum fyri 2010 uml. 6,8 mia. kr. Av hesum er almenn fyrisiting knappar 250 mió. kr., heilsuverkið knappar 950 mió. kr. og undirvísing slakar 575 mió. kr. Aðrar tænastur, sum partvíst kunna sigast at útloysa almennar lønir, stava frá post- og fjarskifti og flutningi annars, tilsamans uml. 350 mió. kr. Tilsamans stava sostatt uml. 2,1 mia. kr. av samlaða lønarmassanum frá almennum lønum.

Bert tá talan er um almenna fyrisiting, fær Tórshavnar kommuna ein veruligan fyrimun. Av teimum 250 mió. kr. verða 170 mió. kr. útgoldnar í Havn. Tá ið talan hinvegin er um heilsu-, almanna- og undirvísingarverkið, so eru inntøkurnar rættiliga javnt býttar millum økini í Føroyum.

Javna kommunuskattin?

Men kanska er tað kommunskattin av hesum 250 mió. kr, sum Jóhan vil hava útjavnaðan. So hevði úrslitið verið áleið hetta:

Kommunuskattur av lønini hjá teimum, sum arbeiða innan almenna fyrisiting, er umleið: 250 * 16.00% = 40 mió. kr.

Veruliga kommunala skattaprosentið er ikki 21,5 %, sum Jóhan vil vera við, men nærri 16 %. Botn- og barnafrádrátt hevur hann gloymt. Men alt verður gjørt fyri at náa málinum.

Tórshavnar kommuna fær 69% av hesum, ella 27,6 mió. kr, men sambært roknistykkinum hjá Jóhan átti kommunan bert at fingið 42 %, ella 16, 8 mió. kr. Hon fær sostatt 10,8 mió. kr. ov nógv inn í skatti.

Tað eru kanska hesar 10,8 mió. kr, sum skulu útjavnast út á 29 aðrar kommunur í Føroyum? Tað verður ikki nógv í part!

Íløgur í karmar

Hvussu stórar íløgur hevur Eystur kommuna gjørt fyri at skapa uppisjóvarvinnuni karmar? Neyvan tað stóra. Harafturímóti hevur Tórshavnar kommuna fyri neyðini at gera stórar íløgur, fyri at rúma øllum teimum, sum koma úr øðrum kommunum til arbeiðis í Havnini hvønn dag, men gjalda skatt aðrastaðni.

Tá ið talan er um uppisjóvarvinnuna, so gevur hon sambært greinini bert eitt lítið íkast til kommunukassan, meðan almennar lønir ríka Havnina upp.

Hetta er ikki veruleiki. Uppisjóvarvinnan gevur umframt ógvuliga høgar lønarinntøkur eisini høgan partafelagsskatt. Men hetta verður av borgarstjóranum í Eystur kommunu bert nevnt eitt íkast til kommunakassan.

Ódámlig framferð mótvegis einum samfelagsbólki

Haraftrat vísir Jóhan Christiansen syndarligan atburð mótvegis einum samfelagsbólki, nevnilga teimum alment løntu. Hesin bólkur er óproduktivur og í høvuðsheitum búsitandi í Tórshavnar kommunu. Bólkurin er fyrst og fremst at meta sum ein útreiðsla á landsins fíggjarlóg, eitt haft um beinini á teimum, sum veruliga halda samfelagshjólunum malandi.

Lønin, sum verður goldin hesum samfelagsbólki, er ogn Føroya fólks. Vit rinda øll tær almennu lønirnar. Tí sær hann tað neyðugt at býta tann peningin, sum mann hóast alt fæst inn í skatti frá hesum samfelagsbólki, út aftur til øll hini í samfelagnum, sum veruliga halda landinum koyrandi.

Løgin hugsunarháttur. Tí skattainntøkan frá inntøkunum í fiskivinnuni – fiskurin er jú fólksins ogn – má aldri gerast objekt fyri útjavning!

Skatta fólk út á bygd ella av landinum

Størsti vandi í okkara samfelag er manglandi fólkavøkstur. Ungfólk, ið fara av landinum í lestrarørindum, koma ikki heimaftur.

Slíkur hugburður til fólk í almennum starvi, stimbrar neyvan fólki at venda heimaftur. Við uppskotinum at útjavna allar almennar lønir er vandi fyri, at ungdómurin, ið skal flyta heimaftur - og sum kanningar vísa bert vil búsetast í Tórshavnar kommunu - setist aftur. Tí veruleikin er, at vit kappast ikki við onnur støð í Føroyum, men móti útlandinum, sum drenar okkara samfelag fyri framtíðar skattaborgarar.

Stuttskygdar og lítið gjøgnumhugsaðar loysnir, sum tann hjá Jóhan Christiansen, vilja ógvuliga sannlíkt gera av við føroyska samfelagið. Tí, sum nevnt er frammanundan, kriteriini eru ikki ásett eftir ítøkiligum tørvi og veruligu viðurskiftunum millum kommunurnar.

Vit hava óteljandi ferð víst á, at við útjavning lata kommunurnar frá sær týðandi vald á egnum viðurskiftum yvir til landið. Vit virðismeta kommunala sjálvræðið sera høgt og arbeiða hart hvønn dag fyri at styrkja um tað, men onnur tykjast sinnað at selja tað lættliga, og landspolitikkarar eru, sum kappast um at fáa eina útjavningarskipan setta í verk, tí vit skulu eftirapa grannalondunum.

Men úrslitið er, at kommunala sjálvræðið niður í minstu smálutir verður kvalt av landspolitiska yvirræðinum. Stutt sagt – kommunala sjálvræðið verður sett undir umsiting.

Heðin Mortensen,

borgarstjóri