Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Slakar 400 milliónir ikki partur av samlaða tunnilspakkanum

Løgtingslógin um fast samband um Vestmannasund og Leirvíksfjørð, er og verður ikki avtikin. Ikki er heimild at brúka partapeningin uppá 395 mió. kr., men tunnilsfeløgini kunnu gjalda landskassanum vinningsbýti inntil upphæddin av innskotna partapeninginum er rokkin, stendur m.a. í svarinum til Poul Michelsen, sum hevur sett løgmanni fyrispurning:

Løgtingið Svar uppá fyrispurning frá Poul Michelsen, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. S-2/2013: Vágatunnilin og Norðoyatunnilin

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Eru løgtingslógirnar um fast samband um Vestmannasund og um Leirvíksfjørð avtiknar?

2. Um ikki - er so ætlanin at avtaka lógirnar í næstum?

3. Um lógirnar framhaldandi skulu virka - hvat er so ætlanin at brúka partapeningin upp á tilsamans kr. 395 mió. til?

4. Er hesin peningur partur av samlaða tunnilspakkanum hjá samgonguni?

Svar:

Til 1: Hvørgin av nevndu løgtingslógum eru avtiknar og eru tí í gildi.

Til 2: Samgongan hevur, sum er, ikki ætlanir um at avtaka lógirnar í næstum. Ei heldur er ætlanin at broyta tær, og eftir lógini skal úveganarkostnaðurin gjaldast aftur bæði tann parturin, sum er fíggjaður við eginpeningi og tann parturin, sum er fíggjaður við láni.

Til 3: Sum er, verður partapeningurin nýttur til lutvísa fígging av íløguútreiðslunum av Vágatunlinum og Norðoyatunlinum. Tá peningurin soleiðis er bundin í partabrøv, kann hann ikki brúkast til onnur endamál, uttan at hann fyrst verður loystur. Landið kann loysa peningin við at avhenda partabrøvini. Til tess krevst lógarbroyting, men sum víst á í svarinum til 2. spurning, eru ongar slíkar ætlanir.

Tunnilsfeløgini kunnu eisini rinda landskassanum vinningsbýti/útluting, inntil upphæddin av innskotna partapeninginum er rokkin, sí svarið til spurning 2.

Til 4: Um tað við “samlaða tunnilspakkan” verður hugsað um uppskotið hjá landsstýrismanninum í innlendismálum um broyting í løgtingslóg um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð og um arbeiðið, sum er í gongd við at finna loysn fyri føstum sambandi til suðurøkið, er svarið nei. Víst verður eisini til svarini uppá 2. og 3. spurning.

Tinganes, 16. august 2013

Kaj Leo Holm Johannesen

løgmaður