Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sleppa vit ikki í Klaksvík, so sleppa tit heldur ikki í Havn

Herfyri spurdi Kári P. Højgaard landsstýriskvinnuna Sirið Stenberg, um ikki allir borgarstjórar eiga at vera javnstillaðir. Hetta tí at borgarstjórin í Havn kann vera borgarstjóri og tingmaður, meðan borgarstjórin í Klaksvík mátti velja annan sessin frá. 
 
Landsstýriskvinnan svarar, sum rætt er, at allir borgarstjórir eru settir líka. Borgarstjórin er fólkavaldur sum kommunustýrislimur, men ikki sum borgarstjóri. Sambært kommunustýrislógini kann ein borgarstjóri reka tvey slík størv, treytað av at hann er beinleiðis fólkavaldur.
 
Tað sama er galdandi í okkara grannalondum.
 
Í september 2015 gav ein meiriluti í Tórshavnar býráð borgarstjóranum heimild at sita á løgtingi fyribils í eitt ár. Um somu tíð samtykti Klaksvíkar býráð, ikki at geva Jógvani Skorheim loyvi at røkja borgarstjóra- og løgtingssessin í senn. Tí valdi hann borgarstjórastarvið.
 
Hjá borgarstjórunum á Tvøroyri, í Vestmanna og í Runavík var heldur ongin trupulleiki at reka bæði størvini. Tí ongin áseting er í kommunustýrislógini, sum forðar borgarstjórum at stilla upp til onnur fólkavald størv, ella at taka við fólkavaldum størvum.
 
Men tá tað ikki hepnaðist borgarstjóranum í Klaksvík at sleppa at reka bæði størvini, so má lógin sjálvandi broytast, so borgarstjórin í Havn heldur ikki sleppur. Fólkaflokkurin sigur tí í uppskoti, at tað er so synd og so strævið hjá borgarstjórum, nú so nógv tung málsøki eru yvirtikin frá tí almenna. 
 
Hetta hevur sjálvsagt onki við at gera, at tað er valár og mann vil raka borgarstjóran í Havn sum harðast og koyra nøkur valevni "í stilling". Nei, vansin er, at bý- og bygdarráð brúka sín demokratiska rætt at avgerða, hvussu kommunustýrislimir skulu arbeiða. Og tað má steðgast, hóast hetta er ein beinleiðis skerjing av demokratisku rættindunum hjá borgarstjórum og bý- og bygdarráðum.
 
At hetta mál kemur fram stutt undan kommunuvali sigur kanska onkrum okkurt. Uppskotið forðar einum, sum er fólkavaldur kommunustýrislimur, og síðan hevur fingið álit frá øðrum fólkavaldum at gerast borgarstjóri, at taka við øðrum fólkavaldum starvi. Demokratiið skal avmarkast, so veljarin ikki sleppur at taka hesa avgerð.
 
Um grundgevingin, sum Fólkaflokkurin vil vera við, er at arbeiðsbyrðan er ov stór, tá ein skal reka tvey fulltíðarstørv, hvat so við heilsølustjórum, skiparum, læknum, skúlastjórum o.s.fr.? Hvar gongur markið og nær diskvalifiserar Fólkaflokkurin eitt valevni fyri at hava ovmikið at gera?
 
Veruleikin er, at hetta onki annað er enn ágangur móti og inntriv í fólkaræðið, einans til tess at tæna politiskum endamálum. Takk fyri síðst - tað er valár, tá vit ikki sleppa í Klaksvík, so sleppa tit heldur ikki í Havn.
 
Okkurt annað áttu tingfólk at havt at tikist við.
 
Heðin Mortensen
borgarstjóri og løgtingslimur