Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SLÍKT UMMÆLI Í ÚF NEYVAN SÆÐ SÍN LÍKA

Tað er sjálvandi trupult at finna óheftar ummælarar, og tað skilji eg væl tá talan er um at umrøða politiskar boðskapir. Í sendingini í dag á middegi, royndi maðurin sum ummælti Sjálvstýrisflokkin í kjaksending í SVF at manna seg upp, meðan kvinnligi ummælarin sá svart í svart, ikki bara einaferð men hvørja ferð hon fekk orði, og hin parturin lat seg ríva við av negativu ábendingunum frá kvinnuni. Ósaklig og óseriøst.

Spurningurin um at taka enn fleiri útbúgvingar í Føroyum, er upprunaliga uppskot sum fyrrv. formanni Sjálvstýrisfloksins Kári á Rógvi, professara. Tað var genialt hildu øll tá, og Sjálvstýrisflokkurin hevur tikið tað til sín, og er partur av boðskapi floksins. Sjálvur var hann gestalærari í fleiri londum. Samstarv innan útbúgving var og er lyklaorði, til tess at sleppa undan at útflyta næmingar skulu vit innflyta lærarar.

Ummælarin fór ikki bara eftir boðskapinum í sendingini, men eisini eftir eini mynd sum hon hevði sæð inni á Facebook síðuni hjá Sjálvstýrisflokkinum har formaðurin sakliga greiddi ungdómi frá støði floksins.

Eftir mínum tykki var talan um eitt ósaklig og lítið umhugsað ummæli, sum neyvan áður hevur sæð sín líka.

Lasse Klein