Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sluppfiskikappingin millum skúlarnar

Sluppfiskikappingin millum skúlarnar byrjað September er tíðin, tá skipað verður fyri fiskitúrum við Westward Ho fyri 6. flokkunum í Tórshavnar kommunu. Túrurin er skipaður sum ein fiskikapping millum flokkarnar, sum hava verið túrin. Tann flokkurin, sum fiskar mest, fær eitt steyp til ognar.

Spennandi verður at vita, hvør vinnarin í 2014 verður. Í ár verða 15 fiskitúrar. Teir fyrstu skuldu vera mánadagin 1. september, men veðrið hevur ikki verið til vildar, og tí eru túrarnir, sum skuldu vera mánadagin, týsdagin og mikudagin útsettir til seinni.

Men í dag viðraði. Fyrrapartin var ein 6. flokkur úr Kommunuskúlanum á floti við Westward Ho, og seinnapartin 6. flokkur í Kollafjarðar skúla.

Endamálið við túrinum “Á flot við Westward Ho” er, at næmingarnir í hesum aldursbólki fáa samband við sjógvin, fáa høvi at royna seg á sluppdekki og á tann hátt fáa eina fatan av siglingarsøguni, og teir sleppa á flot.

Myndirnar eru tiknar, tá flokkurin úr Kollafirði hevði "mynstrað" og tey vóru klár at leggja frá landi.