Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Smáfiskur í hummararúsum og tilgongd til toskastovnin

Ikki er óvanligt, at smáfiskur kemur í hummararúsur. Ein áhugaverdur spurningur er, um henda nøgd kann siga nakað um framtíðar tilgongd av smáfiski til toskastovnin, tvs. um framtíðarútlitini fyri toskaveiðuni eru góð ella ring. Havstovan hevur í fleiri ár havt eitt samstarv við bátin ”Joan”, sum roynir við hummararúsum nærhendis Kaldbaksnesi.

Nøgd av smáfiski í hummararúsum er skrásett síðan 2006, og hesir smáfiskar eru býttir sundur eftir aldri, tvs. hvussu nógvir eru 1 ár og 2 ár. Stovnsmetingar av toski undir Føroyum eru gjørdar síðan 1961, og ein trupul uppgáva er at meta um, hvussu stór tilgongdin av smáfiski er/verður til toskastovnin. Tilgongdin av smáfiski frá stovnsmetingunum kann tí samanberast við nøgdina av smáfiski í hummararúsum, og hetta er gjørt í myndini niðanfyri.

Tann ovara farstikan vísir tal av smáfiski í hummararúsum og tann niðara vísir tilgongd av smáfiski til toskastovnin, sambært stovnsmetingunum. Tað sæst, at tað er eitt hampuligt samband fyri árini 2006 til 2010, meðan samsvarið er ringt fyri árið 2011.

Metingin av tilgongdini í 2011 byggir á lítið grundarlag, og um nøgdin av smáfiski í hummararúsum sigur nakað um framtíðar tilgongd til toskastovnin, so er tilgongdin av 2 ára gomlum toski í 2011 størri enn tað, sum er mett í stovnsmetingini, sum var gjørd í apríl 2011.