Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Saga Oseberg

Smíða víkingaskip

Víkingaskipið Saga Oseberg
  
Mánakvøldið 7. mars kl. 19 verður fyrilestur um at smíða eitt víkingaskip. Fyrilesturin verður í framsýningarhølunum hjá Søvnum Landsins í Brekkutúni 6. 

 Fyrilestrahaldari er Geir Magne Røvik, skips- og bátasmiður ið smíðaði Saga Oseberg og Klåstadskipið.

 Geir kemur at hava ábyrgdina av at fyrsta føroyska víkingaskipið verður smíðað. Hann fer at greiða frá arbeiðinum við at smíða víkingaskipið og um Tuneskipið, sum er fyrimyndin til okkara víkingaskip.

 Tuneskipið varð funnið við Sarpsborg í Noreg í 1867, og leivdirnar eru at síggja á Bygdøy.

 Við hesum fara føroyingar nú sum teir fyrstu í heiminum at endurbyggja hetta víkingaskipið frá 900-talinum.

 Fyrilesturin er eitt gott høvi at kunna seg meira um hesa stóru verkætlan. Somuleiðis verður høvi til at melda seg sum lim í felagnum Víkingaskipið.

 Sunnudagin 6. mars fáa suðuroyingar høvi at hoyra Geir Magna Røvik greiða frá. Fyrilesturin sunnudagin verður í skúlanum í Hovi kl. 14.30

Nevndin fyri felagið 

Víkingaskipið